VIDEO: Svøríki vann dystin um fimta plássið (EM)

(Video) Her er samandrátturin frá dystinum Svøríki-Niðurlond 33-32 (15-15)

Annað EM-endaspælið á rað endaði svenska kvinnulandsliðið í hondbólti á fimta plássinum.

 

Í dystinum um fimta plássið í Wien, tíðliga seinnapartin í dag eydnaðist tað Svøríki at vinna tepran 33-32 sigur á Niðurlondum. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Jamina Roberts og Emma Lindqvist vóru toppskjúttar hjá Svøríki við átta málum hvør. Dione Housheer var toppskjútti hjá Niðurlondum við níggju málum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum millum Svøríki og Niðurlond:

 

##med2##