VIDEO: Zlatan spælir við í komandi Asterix-filminum

(Video) Zlatan Ibrahimovic gongur nú somu leiðir sum Eric Cantona og Vinnie Jones

Gamla Manchester United hetjan, Eric Cantona og stríðsmaðurin hjá AFC Wimbledon, Vinnie Jones hava síðani teir stillaðu fótbóltsgaggurnar havt eina spennandi yrkisleið sum filmssjónleikarar.

 

Nú fer besti svenski fótbóltsleikarin nakrantíð, Zlatan Ibrahimovic at ganga somu leiðir sum Eric Cantona og Vinnie Jones. 

 

Í tí komandi Asterix-filminum, ið nevnist "The Middle Kingdom" á enskum spælir Zlatan leiklutin sum rómverski herleiðarin, Caius Antivirus.

 

Asterix-filmarnir hava altíð verið vælumtóktir, men nú er áhugin størri enn nakrantíð við Zlatan í einum av hjáleiklutunum. 

 

HER sæst brellbitin hjá Pathe-Films, og staðfestast má, at Zlatan tekur seg væl út í filminum: 

 

##med2##