Á Tórsbátinum vóru teir kløkkir áðrenn teir vunnu

8-mannafør: Tað var stórur dramatikkur, áðrenn tað var greitt, at Tórsbáturin slapp upp í part á ólavsøku

 Tað var heilt stórur dramatikkur, áðrenn tað var greitt, at Tórsbáturin, sum undan ólavsøku hevði vunnið allar seks róðrarnar og harvið undan ólavsøkuróðrinum var FM vinnari, kundi vera við í róðrinum í dag.

 

Undan ólavsøkuróðrinum hevði Tórsbáturin tvey gul kort, og tað vil siga, at um hann í dag sá gult, so varð hann kolldømdur og slepp ikki upp í part í dag.

 

Beinanvegin tá ið startskotið hoyrdist sást, at okkurt var galið umborð á Tórsbátinum. Róðurin varð skotin av, og so var tað ivasamt, um talan var um brek umborð á Tórsbátinum, ella um talan var um annað brek, sum ikki hevði við Tórsbátin at gera.

 

Høvuðsdómararnir tóku avgerð um, at talan var um brek við línu, sum ikki hevði við Tórsbátin at gera. So varð starturin lagdur av nýggjum, og tað hefti einki fyri Tórsbátinum, sum var fleiri bátslongdir undan næsta bátinum á mál. Og næsti báturin var Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Í FM kappingini endaði Gøtu Tróndur á næstfremsta plássinum. Í dag endaði Gøtu Tróndur aftanfyri bæði Ørv, sum endaði á triðja plássi í FM kappingini, og Gullbrand.

 

##med2##

 

##med3##

 

úrslit/rsf.fo

 

##med4##