Vilhelm hevur skotið síni fyrstu mál í heimsins bestu ligu

Hannover-Burgdorf mátti lúta fyri Gummersbach á heimavølli

Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen spældi í kvøld sín fyrsta kappingardyst fyri Hannover Burgdorf í heimsins bestu hondbóltsligu, bundesliguni.

 

Hannover Burgdorf tapti á heimavølli 28-32 fyri Gummersbach í fyrsta dystinum í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Vilhelm var effektivur í kvøld. Hann fekk tveir málmøguleikar, og hann tók av báðu ferðirnar og skoraði síni fyrstu mál fyri Hannover Burgdorf í bundesliguni.

 

Klokkan 19.30 byrjaði dysturin millum Rhein-Neckar Löwen og THW Kiel. Elias Ellefsen á Skipagøtu er vegna skaða tíverri ikki við í hópinum hjá Kiel í kvøld.

 

Vilhelm og liðfelagarnir í Hannover Burgdorf spæla aftur dyst í bundesliguni sunnudagin 15. september. Tá spæla teir á útivølli móti HSG Wetzlar. 

 

##med2##