Føroyar eru vælsignaðar frá náttúrinnar hond við góðum firðum og sundum, og okkara havøkið telist millum heimsins reinastu havøkjum.
Hetta hevur givið okkum fyrimunir framum nógv onnur av heimsins londum, og hóast vit ikki eru millum tey størstu, so eru vit millum tey bestu innan nógv vinnuøki, herímillum alivinnuna.
Og tað er netupp ein góður málsetningur at hava, tí tað er ikki altið bara mongdin og støddin á eini vinnu sum er avgerandi, men heldur dygdin og ikki minst trygdin.
At kunnu framleiða eina vøru við hágóðsku má og skal vera okkara aðalsetningur, tí tað er har vit kunnu kappast og teljast millum tey bestu.
Og her hava okkara vinnulívsfólk innan alivinnuna veruliga gingið á odda, at tryggja bestu vøruna til kundan bæði her heima og ikki minst úti í heimi.
Góðskan á føroyska alilaksinum hevur í mong ár ligið ímillum ta hægstu í heiminum, sum eisini hevur givið føroyska alilaksinum hægsta prísin á altjóða fish poll marknaðinum. Gongdina á prísinum síggja vit í tíðarskeiðinum frá 1993 til í dag. Meðan kiloprísurin Ì 1993 var 30 kr kilo, liggur hann í dag yvir 70 kr kilo, altso ein øking á 40 kr. kilo.
Hetta er besta dømi um, at okkara alivinna er kappingarfør, og hevur skapt sær eitt gott brand úti í heimi.
Krøvini gerast alsamt hægri og tilvitið hjá kundanum økist frá degi til dags, og her hevur alivinnan framum aðrar vinnur verliga dugað væl.
----
Alivinnan er ein útflutningsvinna. Av tí samlaða føroyska vøruútflutninginum sum er áleið 12, 7 milliardir, so stendur laksa útflutningurin fyri 5,4 milliardum, sum er áleið 42 % av samlaða útflutninginum. Hetta ger okkum bæði sterk og veik alt í senn, tí gongur tað illa í alivinnunini, so merkist hetta beinanvegin í okkara búskapi.
Tí mugu vit alla tíðina syrgja fyri góðum lógarkørum kring alivinnuna. Her hava vit fyrst og fremst alilógina, sum er yvirskipaði lógarkarmurin kring alivinnuna, sum m.a. ásteur 12 ára umsetilig langtíðarloyvi við møguleika fyri leingjan. Lógin hevur skapt tryggleika hjá alarunum at gera íløgur og møguleikan at gera langsiktaðar ætlanir. Eigaramarkið fyri hvørt felag kann ikki fara upp um 50 % av samlaðu laksaloyvunum, og úrslitið av hesum er tískil, at vit í dag eiga 3 vælkonsolideraðar og sterkar fyritøkur í Føroyum.
Men at tað hevur verið gott við strengum lóggarreglum kring trygd og dygd á alifiskinum hevur eisini víst seg at verið tryggir karmar kring hesa vinnu.
Ikki minst djóravælferðarlógin, tí hóast alifiskurin fer til matna, so er tað umráðandi, at hann trívist og livir væl meðan hann er á lívi, rakstrarkunngerðin, sum hevur til endamáls at fyribyrgja sjúku og lúsakunngerðin, sum áhaldandi hevur sett strangar mørk fyri kvennlús fyri hvønn alifiskin.
Hóast vinnan kanska hevur følt tað sum sterk regulering av sínari vinnu, so hevur hetta verið rætt til tess at fyribyrgja sjúku, smittuvanda og í síðsta enda eisini ein betri og sunnari alifisk til altjóða marknaðin
Og hetta er nakað sum marknaðurin eftirspyr, og tí er tað umráðandi, at vit behandla djórini væl meðan tey eru á lívi, og tað er óansæð um talan er um hønu, kúgv, hval ella alifisk!!
Umframt lógartryggjaðar karmar til alivinnuna er eisini breið semja komin í lag millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um skattingina av alivinnuni við einari tvíliðaðari skipan við einum tøkugjaldi á 7,5 % og einum partafelagsskapi á 12 % (bert galdandi fyri alingina á sjónum).
At vit ikki broyta hetta í tíð og ótið, tá peningurin manglar í kassanum er netupp styrkin í breiðu semjuni.
At alivinnan er ein bulur í føroyska búskapinum man lítil ivi vera um, og í frálíku og drúgvu frágreiðingini frá landsstýrismanninum og hansara embætisfólkum eru nøkur sera áhugaverd tøl at taka fram.
Taka vit løntakaratalið, so er tað yvir eitt tíðarskeið frá 1985 til í dag vaksið úr nærum ongum til 1000 løntakarar í dag, og í 2024 vóru 606,1 mió útgoldnar í lønum. Til samanberingar er talið á løntakarum í fiskivinnuni fallið munandi í sama tíðarskeiði, tó at tær samlaðu útgoldnu lønirnar í fiskivinnuni framvegis eru munandi hægri
Íløgurnar
AT vit framhaldandi gera íløgur í Føroyum er altavgerandi fyri at vit kunnu veksa um vælferðina, vinnumøguleikar og framtakssemi sum heild. Tað er primært landið sum ger íløgur fyri áleið 600 mio áliga, kommunurnar standa fyri áleið hinum 600 mió (herav Tórshavnar kommuna fyri áleið 300 mio umframt Tórshavnar havn ).
Til samanberingar síggja vit í frágreiðingini, at Bakkafrost hevur lagt eina íløguætlan fyri 2024-2028 á 6,3 milliardir ( gamaní er ein stórur partur av hesum í virksemið í Skotlandi, men so sanniliga eisini ein stórur partur í Føroyum. Her eru íløgur gjørdar serliga í framleiðlsuorkuna á verandi smoltstøðum, og at byggja eina nýggja smoltstøð í Skálavík umframt íløgur í viðlíkahald.
Mowi hevur seinastu 5 árini gjørt íløgur fyri 43,1 mio í miðal
Meðan Luna hevur gjørt íløgur fyri 170, 4 mió í miðal seinastu árni.
Samantukið hava alifyritøkurnar seinastu 5 árini umsett fyri 36,1 milliard kr, 10,6 milliardir í íløgum og 1,95 milliardir í vinningsbýti.
Og vit hava tørv á, at menningin heldur áfram innan hesar vinnur, at nýhugsan og gransking er ein áhaldandi gongd. Deils tí vit hava alla tíðina tørv á nyggjari vitan um, hvussu alilaksurin uppførir seg og hevur tað, og vitan um nýggjar alihættir, einari burðadyggari framleiðslu, sum fer væl um okkara umhvørvi, og ikki týnir alt annað við framburðinum fyri eyga.
Alivinnan skal liva í mong ár, og tí má hon vera burðardygg, og hetta sæst eisini aftur í tí semju, íð er gjørd millum semjuflokkarnar, at partar av tøkugjaldinum skal fara til menning og gransking.
Hetta er altavgerandi !!
Tí menningin og nýhugsanin hevur viðført, at vit í dag eru í heimselituni tá tað kemur til alifisk. At laksurin kann veksa seg størri og størri á landi áðrenn hann verður settur út, er avgerandi fyri minni felli, og fyri fyribyrging av sjúkum og harvið økt góðskuvirði.
At alifyritøkurnar eru tilvitaðar um tilvitskuna hjá kundanum, at kundin eftirlýsir burðardygd síggja vit fleiri dømi uppá, at fyritøkurnar seta sær greið mál at minka um CO2 útlátið (sambært Science Based Targets initiative ). Bakkafrost hevur ma. sett sær sum mál at minka um CO útlátið við 50 % áðrenn 2030, og her er samstarvið millum Bakkafrost og landbúnaðin við Biogasverkinum ein sólskinssøga, tí bara hetta átikið minkar 11.000 tons av co 2 um árið.
«Time», altjóða stovnur fyri burðardyggar vinnufyritøkur hevur um dagarnar eisini útnevnt Bakkafrost til ein av heimsins mest burðardyggu vinnum.
At alivinnan veit, hvat kundin eftirlýsir er sín søk, men tað er gleðiligt, at hendan nýhugsanin er í alivinnuni, tí tað er bert soleiðis, at vit kunnu vinna á altjóða marknaðinum.
Um vit hyggja eitt sindur fram, so bendir nógv á, at framtíðin liggur í havalingini, at farið verður longur út á hav við alingini. Hetta er uttan iva framtíðin fyri alingina, at vit fáa fleiri havviddir, at tað er møguligt alla tíðina at hava góð streymviðurskifti fyri aligina, og at hon ger minni inntriv í vistskipanina hjá okkum.
Tað hava verið økir, sum eru peikaði út millum annað eystanfyri Nólsoynna, men tað, sum eg sakni er, at vit fáa eina sokallaða lendislóggávu til havs, at vit gera hetta við skili, tí tað er ikki bara alivinnan, ið hevur tørv á havlendi, tað er eisini ætlanir um orkuútbyggingar til havs, vindmyllur, sjódrekar v..m og tí er tað umraðandi, at vit fara fram við skili.
Samunumtikið
Meðan alivinnan hjá okkum telur 42 % av samlaða útflutninginum, og harvið ein sterk grundsúla í føroyska búskapinum, so telir føroyska framleiðslan bert 3 % av samlaðu laksaframleiðsluni á heimsmarknaðinum.
Men hvussu kunnu 3 pct gera okkara alivinnu so stóra, so kenda úti í heimi og so eftirspurda ???
Orsøkin er einføld, at hóast vit eru smá, so eru vit kná. Vit megna at vera millum tey bestu, ikki tey størstu, men tey bestu og tað er eisini nokk. Hetta liggur í okkara genum sum føroyingar, vit kunnu tað vit trúgva uppá, um tað er í ítrótti, í tónleiki ella í vinnuni og í hesum føri alivinnuni.
AT alivinnan megnar at kappast millum tey bestu er eisini eitt vørumerki fyri Føroyar.
Vit eru tey bestu, og tað skulu vit framhaldi trúgva uppá og lyfta okkara samfelag og tjóð samsvarandi.