Wisla Plock hevur bert vunnið trý stig í seks dystum

Gongdin er tung hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgnum í Wisla Plock

 

Tríggir javnleikir og trý tap í teimum seinastu seks dystunum. Tað er veruleikin hjá liðnum hjá landsliðsleikaranum, Wisla Plock sum spælir í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Andrias spældi dystin, tá Wisla Plock á útivølli tapti 0-2 fyri Kotwica Kolobrzeg. Kotwica Kolobrzeg skoraði fyrra málið beint undan steðginum, og seinna málið beint aftaná steðgin.

 

Wisla Plock er nú nummar fimm í deildini við 30 stigum. Liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks aftaná lokið grundspæl, spæla dystir um uppflyting til bestu pólsku fótbóltsdeildina. Wisla Plock hevur fýra stig upp til Arka Gdynia, ið er næstfremst við 34 stigum. Tvey tey ovastu liðini flyta upp aftaná lokið grundspæl.