YVIRLIT: Ósemjan hjá Watson við Japan er 14 ára gomul

Paul Watson hevur sitið handan rimarnar í fongslinum í Nuuk, síðani hann varð handtikin í havnini í Nuuk 21. juli.

Eftir næstan fimm mánaðir aftan fyri rimarnar er umhvørvis- og hvalaktivisturin Paul Watson latin leysur. Sambært verjanum, Julie Stage, hevur danska løgmálaráðið avgjørt, at hann ikki skal útflýggjast til Japan.

 

Niðanfyri fært tú meira at vita um málið og sambandið hjá Japan við hvalaveiðu:

 

* Vinnulig hvalaveiða varð bannað eftir altjóða avtalu í 1986. Japan kom við í avtaluna, hvørs endamál er at bjarga hvalasløgum undan at doyggja út.

 

* Eftir avtaluna hava upprunafólk framvegis fingið loyvi at veiða hval, meðan veiða við vísindaligum endamáli eisini hevur verið loyvd.

 

* Japan hevur tí hildið fram við síni hvalaveiðu við tí grundgeving, at hon er til vísindalig endamál. Fleiri bólkar av aktivistum halda tó, at hetta er løgið - at talan í veruleikanum er um vinnuliga hvalaveiðu - og hava tí roynt at forða japansku skipunum í at veiða hval.

 

* Ein ST-dómstólur avgjørdi í 2014, at japansk hvalaveiða í Suðurpólin er ólóglig.

 

* Í 2019 tók Japan seg úr avtaluni um vinnuliga hvalaveiðu. Sambært tíðindastovuni AFP veiðir Japan ikki longur hval í Antarktis, men einans í japanskum sjógvi.

 

* Sambært Japan leyp Paul Watson í februar 2010 á eitt japanskt hvalaveiðuskip, har hvalaveiðarar fangaðu og drupu hval í Antarktis. Japansku myndugleikarnir halda, at hann skaddi skipið og forðaði fangunum í at gera sítt arbeiði.

 

* Ein av medaktivistunum hjá Watson, Peter Bethune, varð síðani handtikin í Tokyo og dømdur tvey ára fongsulsrevsing.

 

* Watson er av japanskum myndugleikum ákærdur fyri millum annað at hava verið við í álop og lógarbrot á hvalaveiðuskipið.

 

* Í 2012 gav Japan út handtøkuboð móti Paul Watson umvegis Interpol.

 

* Tann 21. juli í ár varð Paul Watson handtikin av grønlendsku løgregluni, eftir at hann var farin av skipinum í havnini í Nuuk. Danska løgreglan hjálpti til við handtøkuni.

 

* Watson var á veg móti Kyrrahavinum fyri at "fáa fatur á" japanska hvalaveiðuskipið "Kangei Maru", sum kann taka ímóti hvalaveiðu frá smærri skipum.

 

* Tað var løgreglan í Føroyum, sum boðaði løgregluni í Grønlandi frá, at Watson var á veg til Nuuk.

 

* Tann 22. juli varð Watson varðhaldsfongslaður í Grønlandi. Landsrætturin í Grønlandi longdi seinni fongsulsrevsingina.

 

* Fongsulsrevsingin hjá Watson fekk altjóða ans. Millum annað heitti forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, á Danmark um ikki at útflýggja Watson til Japan.

 

* Tann 1. august fekk Løgmálaráðið formliga útleggingarboð úr Japan.

 

* Síðani fyrstu hoyringina um varðhaldið hjá Watson er varðhaldið longt umleið fjórðu hvørja viku. Avgerðin er fleiri ferðir kærd til Landsrættin í Grønlandi, sum hevur givið fongsulsrevsingini viðhald hvørja ferð.

 

* Tann 17. desember hevur Løgmálaráðið, sambært verjanum, Julie Stage, avgjørt, at Paul Watson ikki skal útflýggjast til Japan.

 

Kelda: The Guardian, Sermitsiaq.AG og Ritzau.

 

/Ritzau/