Zelensky: 43.000 ukrainskir hermenn eru dripnir

Kríggið í Ukraina hevur higartil kostað 43.000 ukrainskum hermonnum lívið.

– Vit hava álit á, at USA og restin av heiminum fara at hjálpa til við at steðga Putin. Tað einasta, hann óttast, er USA og atljóða samanhaldið, skrivar forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, í einum uppslagi á X. - Mynd: Forsetaskrivstovan Í Ukraina/Ritzau Scanpix

Tað boðar forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, frá í einum uppslagi á sosiala miðlinum X sunnudagin.

Hann tosaði fyrstu ferð alment um talið av falnum ukrainskum hermonnum í februar. Tá segði hann, at 31.000 av landsins hermonnum vóru dripnir í krígnum móti Russlandi.

Umframt at kríggið hevur kostað 43.000 ukrainskum hermonnum lívið, er læknahjálp veitt ukrainskum hermonnum 370.000 ferðir, skrivar Zelensky.

Helvtin av teimum særdu hermonnunum eru komnir aftur á vígvøllin eftir at hava verið viðgjørdir.

Sambært upplýsingunum hjá Zelensky eru 198.000 russiskir hermenn deyðir í krígnum.

Hvørki ukrainsku ella russisku tapstølini eru staðfest av óheftum keldum.

/Ritzau/