Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, umrøddi mikudagin kríggið í Ukraina í telefonsamrøðu við forsetan í Russlandi, Vladimir Putin.
Tað elvir til hvassar atfinningar frá forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.
- Vit vóna øll, at Viktor Orbán í øllum førum ikki ringir til Assad í Moskva fyri eisini at lurta eftir hansara tímalongum belæringum, skrivar Zelenskyj í einum innleggi á X, har hann vísir til tann avsetta sýriska forsetan, sum er farin í útlegd í russiska høvuðsstaðnum.
- Eingin skal styrkja sítt persónliga image upp á kostnað av avtalu. Øll eiga at leggja dent á felags eydnu. Semja í Evropa hevur altíð verið lykilin til at náa hesum, skrivar Zelenskyj víðari.
- Tað ber ikki til at kjakast um stríðið, sum Russland førir móti Ukraina uttan Ukraina.
Viktor Orbán skrivar í kvøld á X, at Ungarn hevur "gjørt eitt nýtt átak fyri friði" við at leggja upp til jólavápnahvíld.
- Tað er harmiligt, at Zelenskyj forseti greitt hevur vrakað og útilokað tað í dag, sigur ungarski forsætisráðharrin.
Men sambært Ukraina hevur málið ongantíð verið tikið upp.
- Sum vanligt, so umrøddi ungarska síðan einki við Ukraina. Sum vanligt ávaraði ungarska síðan okkum ikki um sambandið við Moskva, sigur ráðgevin hjá Zelensky, Dmytro Lytvyn, í skrivligari fráboðan.
Samrøðan millum Putin og Orbán í dag kom eftir áheitan frá Ungarn, siga russisk stjórnarfólk.
Orbán lýsti vilja til at hjálpa til við at finna eina loysn á krígnum og segði seg kunna brúka síni samband við vesturlendskar politikarar, siga embætisfólk í Moskva.
Undir samrøðuni ákærdi Putin Ukraina fyri at hava eina oyðileggjandi tilgongd við framvegis at útiloka nakran møguleika fyri friðarligari loysn, sigur Kreml.
Orbán skrivaði seinni í dag á síni Facebook-síðu, at Ungarn fer at brúka allar diplomatiskar hættir til at fáa vápnahvíld.
Greinarar tulka út frá hansara innleggi, at telefonsamrøðan við Putin ikki gav nakað álítandi úrslit.
Hóast Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, hevur Orbán tætt samband við Moskva.
Hann var á óvæntaðari vitjan hjá Putin í juli, tá Ungarn júst hevði tikið við formansskapinum í ES. Tað elvdi til harðar atfinningar frá ES-starvsfeløgum hansara,
sum hava samkenslu við Zelenskyj í Ukraina.
/Ritzau/dpa