Í einari nýggjari samrøðu sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina fer ikki at megna at endurvinna øll tey landaøkir, sum Russland í løtuni hevur ræði á í Ukraina.
Ukraina hevur ikki nógmikið av orku til hesa uppgávu, sigur forsetin í samrøðu við fronsku stórávísina, Le Parisien, og tað er svenska ávísin, Expressen, sum endurgevur.
Samrøðan varð gjørd, samstundis sum ukrainski forsetin var í Brússel, har hann hitti Nato-leiðarar, eitt nú nýggja Nato-aðalskrivaran, niðurlendingin, Mark Rutte.
Fremsta mál á dagskránni í Brússel var at styrkja ukrainsku loftverjuna.
- Vit mugu syrgja fyri, at forsetin og ukrainska fólkið hava bestu fyritreytir, tá friðarsamráðingar einaferð verða, sigur aðalskrivarin, Mark Rutte.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/es-lovar-ukraina-224-milliardir-i-figgjarligari-hjalp