Tá tað snýr seg um »andre folks penge« ber alt til, plaga vit at siga. Soleiðis hugsa havnarfólk helst, tá tey síggja, hvussu danska Bygningsstyrelsen í hesum døgum tægar bankabygningin í Húsagøtu við SMS sundur. Ein bygningur, sum kundi hýsa evstu umsiting hjá BankNordik, og sum Tórshavnar kommuna keypti fyri 40 millióinir krónur frá bankanum.
Síðani hevur danska bygningsstyrelsen keypt bygningin frá Tórshavnar kommunu fyri 41,5 milliónir krónur til at húsa nýggjari polititstøði í Havn. Stykkið, sum bygningurin stendur á, er 2.805 fermetrar til víddar.
Tað ljóðaði beinanvegin, at ávísar ábøtur skuldu gerast á bygningin, men so er ikki. Har verður bygdur ein heilt nýggjur bygningur, og alt verður skrætt úr gamla bygninginum, so bara betongið stendur eftir.
##med2##
Eitt sindur longri upp við R. C. Effersøesgøtu hevur Hotel Hafnia keypt eitt 7.281 fermetra stórt grundstykki frá BankNordik at byggja nýtt hotell á. Stykkið keypti Hotel Hafnia fyri 9,9 milliónir krónur.
Og longri uppi í býnum, á Staravevnum á Hálsi, hevur eitt felag hjá Atlantsflog og Lív keypt eitt 6.993 fermetra stórt grundstykki fyri 12 milliónir krónur.
Bera vit so saman hesi trý arbeiði, sum eru í gongd í høvuðstaðnum í løtuni, so er munur á grundstykkjaprísum.
Hotel Hafnia keypir sítt grundstykki fyri 9,9 milliónir krónur. Tað er 7.281 fermetrar til víddar. Tað kostar 1.360 kr fyri fermeturin.
Atlatsflog og Lív keypa sítt stykki fyri 12 milliónir krónur. Tað er 6.993 fermetrar til víddar. Tað kostar 1.716 krónur fyri fermeturin.
Bygningsstyrelsen keypir sítt stykkið fyri 41,5 milliónir – gott nokk við bygningi, sum tó verður tikin niður. Tað er 14.715 krónur fyri fermeturin.
##med3##
Tað vil siga, at fermetraprísurin, sum staturin rindar fyri grundøki til nýggja politistøð er 11 ferðir hægri enn prísurin, sum Hotel Hafnia keypir fyri í sama grannalag.
Spennandi verður at samanbera, hvussu nógv tað fer at kosta at gera hesar tríggjar bygningarnar lidnar fyri.