14 føroysk mál í heimasigri hjá Vali

Bjarni í Selvindi var toppskjútti hjá Vali við níggju málum

Fríggjakvøldið tóku Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali móti ÍR í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í høllini á Hlíðarenda eydnaðist tað Vali í einum sera málríkum dysti at vinna 41-36 á ÍR. Heili 77 mál vóru skotin í dystinum. Í steðginum var Valur á odda 24-17, so bara í fyrra hálvleiki vóru 41 mál skotin.

 

Bjarni var toppskjútti hjá Vali við níggju málum. Allan var triðbesti málskjúttin hjá Vali við fimm málum.

 

Valur er nummar seks í deildini við sjey stigum. Teir eru tó bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Afturelding sum hevur Hall Arason og Svein Olafsson í hópinum.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19 spælir Valur dyst á útivølli móti Fjölnir.