Sambært einari nýggjari kanning eru tað ikki øll í Danmark, sum góðtaka samband millum samkynd.
22 prosent av teimum, sum eru spurd í stórari landsfevnandikanning um hugburðin hjá dønum til samkynd, siga, at tey halda, at sex millum tvey av sama kyni er moralskt óhóskandi.
Tað upplýsir Statens Serum Institut í tíðindaskrivi um úrslitið av sonevndu Project Sexus.
Fleiri enn 30.000 fólk í aldrinum 15 til 89 ár hava verið spurd um teirra vitan um og hugburð um kynslív.
Sambært SSI vísir kanningin, at menn og religiøs fólk eru yvirumboðað millum fólk við homofobiskum hugburði.
Sostatt vísa 29 prosent av teimum kannaðu monnunum homofobiskan hugburð, meðan hetta er galdandi fyri 14 prosent av kvinnunum.
Samstundis halda 17 prosent av mannligum muslimum og 26 prosent av kvinnuligum muslimum tað vera góðtikið, at fólk av sama kyni hava sex.
Aldur, útbúgvingarstøði og í hvønn mun ein hevur fingið kynsliga undirvísing hava eisini ein leiklut, tá tað snýr seg um hugburðin til samkynd.
Morten Frisch, yvirlækni og professari á Statens Serum Institut, heldur, at úrslitini av kanningini eru "yvirraskandi og ørkymlandi".
– Tað er serliga ørkymlandi, at næstan 3 av 10 donskum monnum halda sex millum tvey av sama kyni vera moralskt óhóskandi, sigur hann.
/Ritzau/