Í gjár læt Absalon Absalonsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og framsýningin verður opin hvønn dag - uttan sunnudagin - fram til og við 15. juli.
Absalon er kendur fyri sínar litføgru og frísku landslagsmálningar, náttúrumyndir og bygdaløg, og soleiðis er eisini samansetingin á framsýningini hesaferð.
Hann hevur málað í nógv ár, og í fleiri ár hevur hann við jøvnum millumbilum havt listaframsýningar.
- Nú eg fylli 86 hin 20. juli, er spurningurin, hvussu nógvar framsýningarnar verða aftrat, og tað er ikki óhugsandi, at hetta verður hin seinasta, sigur hann.
##med2##
Men, vit vita, at Absalon Absalonsen dámar væl at mála, og um heilsa verður, kunnu vit eisini vóna, at hann trínir á pallin aftur við onkrari listaframsýning einaferð seinni.
Framsýningin hjá honum, sum læt upp í gjár, verður opin frá klokkan 10 til 18 fram til og við 15. juli, men sunnudagin komandi verður ikki opið.