Í farnu viku kom rækjutrolarin Arctic Viking aftur av túri í Barentshavinum. Teir høvdu 370 tons av rækjum, sum vóru landaðar í Klaksvík.
Síðani er skipið riggað um til toskafiskiskap og okkurt smávegis viðlíkahald gjørt, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.
Kl.23 í gjárkvøldið loystu teir frá bryggju í Klaksvík og kósin sett aftur í Barentshavið. Nú skulu teir fiska tosk í russiska partinum av Barentshavinum.
Esmar Petur Petersen er skipari og 20 mans eru við.
Í gjárkvøldið var sjómanstrúboðarin umborð við jólapakkum frá sjómanskvinnuringunum. Ikki tí, teir vóna at vera aftur, áðrenn kirkjuklokkurnar ringa jólini inn.
Skiparin fekk pakkarnar inn á kamarið. Áðrenn trúboðarin ynskti: “Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!” hevði hann biðið bøn til Guds um signing og varðveitslu yvir skip og manning.
Teimum, og sjófólkunum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook.
##med2##