Auditorium í Vágs Skúla - verður gjørt liðugt

Tað hevur í nøkur ár verið arbeitt við at gera gamla svimjihyl í Vágs skúla um til eitt savningarstað/Auditorium, bæði fyri at betra umstøðurnar í skúla men eisini Musikkskúlan.

Vágs Skúli hevur í nógv ár verið fyri broytingum, har tað er lagst aftrat av tilboðum í skúlanum.  

Í samband við fíggjarætlanina 2023 var samtykt at fara undir at gera gamla svimjihylin til eitt auditorium, í fyrsta umfarið  vóru 700.000 kr.avsettar í 2023 og sama krónutal í 2024.  

Í vikuni samtykti Vágs býráð einmælt, at gera arbeiði liðugt og taka av einum tilboði frá P/F Norcon  uppá 5,3 millión krónur, sum eisini hevði lægsta tilboði uppá liðugtgerð av auditorium í Vágs skúla.  

Málið var eisini einmælt samtykt í mentamálanevndin, í fíggjarnevndini, og nú endaligt á býráðsfundinum mánadagin.  

Tað hevur verið eitt ynski frá leiðsluni í Vágs Skúla í longri tíð, tí aulan, sum bleiv gjørd, tá nýggi skúli bleiv bygdur í 1979, er vorðin ov lítil til skúlan, og tað sum skúlin nú rúmar. Har eru bara 60 sitipláss, og skúlin hevur 230 næmingar, og umleið 30 lærarar.  

Ætlanin er at fíggja ætlanin gjøgnum 2 tey komandi árini.  

Tað er at frøðast um, at okur kunnu gera hesa framúr verkætlan lidnað, sum gevir enn fleiri møguleikar og batar fyri Vágs skúla, sigur Levi Mørk formaður í mentamálanevndini hjá Vágs kommunu. 

 

Gongdin í málinum

Tað hevur í nøkur ár verði arbeitt við at gera gamla svimjihyl í Vágs skúla um til eitt savningarstað/Auditorium, bæði fyri at betra umstøðurnar í skúla men eisini Musikkskúlan. 

Fyrstu tekningarnar vóru gjørdar í 2016 av Mayfinn Norðoy. Málið verður eftir ynskið frá formanninum lagt fyri Mentamálanevndina mars 2021 

 

Mentamálanevndin 09. marts 2021: 

Málið verður eftir ynskið frá formanninum lagt fyri Mentamálanevndina. Einmælt samtykt at bíða eftir at Tekniska deild hevur gjørt eina kostnaðarmeting av tí prosjektinum sum Teknisk leiðarin hevur gjørt. Hvat kostar prosjektið við øllum uttan ljóð og ljóstøkni. 

 

Mentamálanevndin 17. september 2024: 

Nevndin er samd at fylgja tilmælinum hjá teknisku deild. 

 

Fíggjarnevndin 27. september 2024: 

Semja um at halda áfram við hesum arbeiðinum, og taka upp í samband við FÆ2025.  

 

Hvussu hetta best kann fíggjast og hvussu arbeiðið skal skipast. 

 

Vágs Býráð 30. september 2024: 

 

Einmælt samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.