Bankar: Fíggjar­støð­an hjá vinnu­kund­um batn­að

Landsbankin biður í síni útlánskanning fyri hvønn ársfjórðing føroysku bankarnar meta um eitt nú broytingar í eftirspurningi eftir fígging og í fíggjarstøðuni hjá sínum vinnukundum.

Bankarnir mettu í øðrum ársfjórðingi 2025 fíggjarstøðuna hjá vinnukundunum vera batnaða orsakað av rentulækkingum, og teir meta somuleiðis, at fíggjarstøðan hjá vinnukundunum fer at betrast vegna rentulækking í komandi ársfjórðingi.

 

Bankarnir viðmerkja millum annað, at óvissa valdar orsakað av støðuni millum USA og restina av heiminum, men at hetta ikki hevur havt nevniverda ávirkan á vinnukundarnar.

 

Hóast bankarnir hava framt fleiri rentulækkingar, er eftirspurningurin eftir fígging hjá verandi vinnukundum lækkaður eitt vet í øðrum ársfjórðingi 2025. Bankarnir vænta ikki, at eftirspurningurin eftir fígging fer at broytast í triðja ársfjórðingi 2025, skrivar Landsbanki Føroya í morgun.