Bátur við migrantum holvdur í Ermasundi - fleiri deyð

Stórt bjargingararbeiði er í gongd í Ermasundi. Í minsta lagi 12 eru deyð sambært franska innanríkisráðharranum

Bjargingarfólk arbeiða týsdagin við býin Boulogne-sur-Mer í norðara parti av Fraklandi, har fleiri tilflytarar eru deyðir, eftir at báturin hjá teimum koppaði í Ensku kanalinum. - Mynd: Denis Charlet/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 12 tilflytarar eru deyðir, eftir at ein bátur holvdist í Ermasundi.

 

Tað boðar franski innanríkisráðharrin, Gérald Darmanin, frá á sosiala miðlinum X.

 

Tvey fólk eru saknað, meðan fleiri onnur hava fingið skaða í "ræðuligu vanlukkuni", leggur hann afturat.

 

Darmanin er á veg til vanlukkustaðin nærhendis býnum Boulogne-sur-Mer seinnapartin týsdagin. Hetta skrivar franska sjónvarpsstøðin BFMTV í einum beinleiðis bloggi.

 

Sky News skrivar, at eitt stórt bjargingararbeiði er í gongd. Sambært franska miðlinum France 3 vóru í minsta lagi 100 fólk umborð á bátinum.

 

Óvissa er tó um umfangið av bjargingararbeiðnum.

 

Tíðindastovan Reuters hevur skrivað, at myndugleikarnir royna at bjarga fleiri enn 50 fólkum.

 

France 3 hevur boðað frá, at báturin sakk umleið klokkan 11:30 lokala tíð og at bjargingararbeiðið eisini varð gjørt loftvegis.

 

Túsundtals tilflytarar fara árliga tvørtur um Ermasund, sjógvin millum Frakland og Ongland, fyri at koma til Bretlands av meginlandinum í Evropa.

 

Bara seinastu sjey dagarnar eru fleiri enn 2.000 fólk komin til Bretlands í smábátum. Tað vísa tøl frá bretsku stjórnini sambært Reuters.

 

Sambært altjóða fólkaflytingarfelagsskapinum, IOM, er í minsta lagi 189 tilflytarar deyðir í Ermasundi millum 2018 og 19. august 2024.

 

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, og forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, lovaðu í síðstu viku hvørjum øðrum, at londini millum annað fóru at økja um samstarvið um fólkaflyting og gera meira fyri at virka ímóti menniskjahandili.

 

/ritzau/

 

Bjargingarfólk arbeiða týsdagin við býin Boulogne-sur-Mer í norðara parti av Fraklandi, har fleiri tilflytarar eru deyðir, eftir at báturin hjá teimum koppaði í Ensku kanalinum. - Mynd: Denis Charlet/Ritzau Scanpix