Ung í arbeiði – men við nýhugsan

Vælumtókta átakið ”Ung í arbeiði”, sum hópatals ung í kommununi hava notið gott av, er dottið niðurfyri. Tað eigur at verða tikið upp aftur og stovnað sum eitt fast tilboð – men vit eiga at hugsa hetta tilboðið av nýggjum. 

Higartil hava tey ungu lúkað, málað og gjørt ymist lætt, fyrifallandi arbeiði í kommununi. Tað er væl hugsandi, at tey, sum hava verið við í Ung í arbeiði, hava munandi størri virðing fyri grønu økjunum og ognunum hjá kommununi.

 

Tá ið tey fáa nakrar royndir á økinum, vita tey jú, hvussu stórt stríð tað er at halda Havnina reina og nossliga. Tey kenna ognarskap á ein heilt annan hátt.

 

Í trá við hetta havi eg hug at spyrja: hvat um vit loyvdu okkara ungdómi inn á tey kommunalu umsorganarøkini, har okkum í stóran mun tørvar hendur? Hvat um ung fingu møguleika at velja eldraøkið ella barnagarðsøkið, tá ið tey søkja Ung í arbeiði?

 

##med2##

 

Tey ungu skulu sjálvandi hvørki taka tímar ella uppgávur frá sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, námsfrøðingum ella hjálparfólkum, og tey skulu ikki ávirka normeringina á nakran hátt - men tey kundu komið inn sum ein eyka hjálp hjá starvsfólkinum - og sum ein eyka gleði fyri børnini og tey gomlu.

 

So kundu okkara ungu tjent sær nøkur oyru, samstundis sum tey fingu royndir og innlit í hesi týðandi størvini - og samstundis, sum tey kundu verið ein hjálp á stovnunum í gerandisdegnum. Tey kundu eitt nú prátað við tey eldru, lisið fyri teimum - ella spælt við børnini, lisið teimum søgur og koyrt ferð á reiggjurnar.

 

Eisini hetta hevði skapt eina virðing fyri umsorganarstørvunum millum tey ungu – og tað kundi kveikt ein spírandi áhuga fyri hesum fakunum, sum møguliga fekk nøkur at umhugsa hesi fakøkini sum eina lívsleið.

 

Ung í arbeiði eigur heilt víst at koma aftur sum eitt fast tilboð - og vit eiga at eggja okkara ungu til at taka lut, sama um tey hava hug til havaarbeiði, handaligt arbeiði - ella umsorganararbeiði. Vit eiga alt fyri eitt at kanna, hvussu hetta kann skipast í verki.

 

Tí í Tórshavnar kommunu skulu vit øll trívast – og taka okkum av hvørjum øðrum. 

 

 

 

Vinarliga

 

Elin Heðinsdóttir Joensen