Ákæruvaldið í Grønlandi hevur afturkallað eitt mál móti einum fyrrverandi dómara.
Málið snúði seg um rúsdrekkakoyring, og eisini hevði hon koyrt á ein annan bil.
Hendingin fór fram í grønlendska høvuðstaðnum Nuuk í desember 2024.
Sermitsiaq skrivar, at tað gjørdist ikki neyðugt at føra rættarmálið í rættinum, og ákæruvaldið hevur afturkallað málið.
Orsøkin er, veit heimasíðan at siga, at ákærdi fyrrverandi dómarin hevur viðgingið seg seka í lógarbrotunum.
Tískil hevur ákæruvaldið afturkallað málið móti fyrrverandi dómaranum, Johanne Banke Thorup.