Tað er hvítur roykur úr skorsteininum í Sixtinska kapellinum, sum merkir, at pávi er valdur.
Enn er ikki greitt, hvønn kardinalarnir hava valt til páva.
Á Pæturstorginum, har túsundtals eru savnað at hyggja, klappa fólk og hugna sær, meðan klokkur ringja, vísa sjónvarpsmyndir.
Tað var í gjár, at dyrnar lótu aftur til konklavið, har 133 kardinalar skuldu velja páva í loyndum.
Fyri at velja páva krevst tveir triðingar av meiriluta, sum svarar til minst 89 av kardinalunum.
/Ritzau/