Grein, sum Martin Breum, danskur journalistur við serligari vitan um Arktis, skrivaði í Sosialinum 20. september 2024:
Landsstýrið skal í næstum taka støðu til, um fiskiveiðiavtalan við Moskva skal leingjast eitt ár afturat ella ikki. Samstundis veksur fokusið hjá øllum NATO-ringinum júst á Norðuratlantshavið og grannaøkið.
Mikudagin 11. september ýldu loftávaringarnar í stórbýnum Murmansk á Kola-hálvoynni móti Barentshavinum fyri fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga.
Eitt ukrainskt dronuálop á flogvøllin Olenya nærhendis Murmansk vísti á dramatiskan hátt alsamt tættari sambandið millum Arktis og kríggið hjá Putin í Ukraina.
Flogstøðin Olenya er heimstaður hjá nógvum av teimum tungu bumbuflogførunum, sum Russland sendir í álop móti borgarum í Ukraina, elveiting og bústøðum. Men hesaferð vóru tað ukrainskar dronur, sum fingu teir 400.000 russararnar í Murmansk og nærumhvørvinum at føla stríðið:
– Vit eru øll ræðslusligin. Maður mín sigur, at vit mugu leypa til eitt bumbuskjól, um ávaringin um loftálop ljóðar, sigur ein russisk kvinna, sum býr nærhendis Olenya, við norsku tíðindatænastuna BarentsObserver.
Innleggið hjá einari aðrari kvinnu á sosialu miðlunum hevði sama tónalag:
– Nú er stríðið eisini komið til okkara. Tað vóru tvær stórar spreingingar yvir okkara býi í gjár. Veggirnir ristu, og alarmarnir í bilunum í túninum fóru í gongd, skrivaði hon.
##med2##
Donsk tvístøða
Í Oslo bórust tíðindini eini ráðstevnu við fleiri enn 200 leiðandi eygleiðarum av trygdarstøðuni í Arktis.
Yvirmenn, diplomatar og granskarar úr USA, Kanada, NATO og Norðurlondum vóru saman - eisini úr Danmark, har spenningurin í Arktis hevur týdning fyri ágangandi samráðingarnar um flogfør, skip, radarar og dronur til verju av Føroyum og Grønland fyri milliardir av krónum.
– Tað er ein grundleggjandi tvístøða í donskum verjupolitikki beint nú, at tú skalt javnseta Eystursjógv og Arktis. Higartil hevur verið ein Eystursjógvur-fyrst-logikkur, men Arktis er blivið eins týðandi øki hjá Danmark at vera ein góður sameindur í sum Eystursjógvinum, segði Kristian Søby Kristensen, leiðari fyri Hernaðardepilin á Universitetinum í Keypmannahavn, segði mær á ráðstevnuni.
USA og Nato hava leingi ynskt eitt virknari danskt átak í Arktis, men stig mugu takast bæði hart og varisliga:
– Dronuálopini á Kola-hálvoynni vísa júst, hvussu spent støðan er. Tú mást vera øgiliga varin frá USA, NATO og Danmarkar síðu, soleiðis at royndin at skapa stabilitet og avbyrging í Arktis ikki fær øvugta ávirkan, tí tað provokerar russar, segði Kristian Søby Kristensen.
Ótti í Noregi og Finnlandi
Eftir dronuálopið á Murmansk óttast varastápsleiðarin Sami Nurmi frá finsku verjuni fyri, at Russland fer at ákæra grannarnar fyri at hjálpa ukrainum:
– Eg bíði bara eftir degnum, tá Russland ákærir Finnland, Estland ella kanska Noreg fyri at stuðla hesum UAV-virkseminum (dronuálop, red.). Eg haldi ikki, at vit skulu langt inn í framtíðina, áðrenn tað hendir, segði hann í Oslo.
Óformligar røddir í Russlandi hava longu ákært Noreg fyri at hava medábyrgdina av dronuálopinum í farnu viku, og lítil ivi er um, at bæði Noreg og USA kundu hjálpt til, um tey vildu — til dømis við at veita Ukraina fregnartænastur til at eyðmerkja røttu hernaðarmálini á Kolahálvoynni.
Frá fregnartænastum í Norðurnoregi fáar kilometrar frá markinum til Russland hava USA og norska verjan eftirlit við Kola-hálvoynni alt samdøgrið, men á ráðstevnuni í Oslo hevur átaksleiðarin í norsku verjuni, Gjert Lage Dyndal, avgjørt avsannað, at Noreg skuldi hava hjálpt til við dronuálopinum hjá Ukraina.
Arktisk kjarnorkuvápn
Fyri USA snýr Arktis seg ikki minst um kjarnorkuvápnini hjá Russlandi. Yvir helmingurin av kjarnorkuvápnagoymsluni hjá Putin er stýrdur frá støðum á Kola-hálvoynni, har illa gitnu russisku kjarnorkukavbátarnir eisini halda til.
– Vit liva mitt í eini kjarnorkustøðu, sigur Dyndal, norski virkisleiðarin.
Kjarnorkuvápnini á Kola-hálvoynni hava avgerandi týdning fyri kjarnorkujavnvágina hjá Russlandi við USA. Stytsta leiðin hjá kjarnorkurakett úr Russlandi til USA gongur framvegis frá Kola-hálvoynni tvørtur um Norðuratlantshav og Grønland - ella kanska frá einum kavbáti í føroyskum sjógvi.
Mike Sfraga, sum stendur á odda fyri máttmiklu arktisku granskingarnevndini í USA, greiddi í einum steðgi í Oslo frá, hvussu kríggið í Ukraina hevur skerpt fokusið hjá USA á kjarnorkuvápnagoymsluna:
– Vit vita, at Russland hevur førleikar til kjarnorkuhevndarálop, og vit hava ein øktan tørv beint nú á at skilja, hvat tað merkir, nú landkríggj er í Evropa og har NATO hevur víðkað seg (við Svøríki og Finnlandi, red.). Vit mugu skilja, hvat hetta merkir fyri mátan, vit skulu fyrireika okkum og okkara sameindu, segði hann.
Russland hevur serligar orsøkir til at húsa sínum kjarnorkuvápnum í Arktis, greiddi hann frá: "Her er atgongd til sjógvin, og tá gerast fjarstøðurnar (til USA, red.) minni, tá tú brúkar Arktis til sjóseting, uttan mun til hvat vápn tað er."
Vanligu herdeildirnar í Russlandi eru viknaðar eftir tíggju árum við bardøgum í Ukraina, men Sfraga ávaraði ímóti skeivari tulking. Kjarnorkugoymslan í Arktis er fult intakt.
– Russland hevur framvegis sera sterktar vápnaskipanir, segði hann.
##med3##
Russland og Kina saman
Til tað skal leggjast vaksandi leikluturin hjá Kina í Arktis. Gongdini hjá Kina inn í Arktis stúra USA og Norðurlond fyri nógv meira enn áður.
Ein av royndastu norsku russlandsgranskarunum, seniorgranskarin Arild Moe frá Fridtjof Nansen-stovninum í Oslo, segði, at nýggja samgongan millum Russland og Kina í Arktis kann hava havt við sær, at Russland ikki longur hevur sama áhuga fyri friði og stabiliteti sum áður.
– Stríðið í Ukraina hevur forðað fyri samstarvinum hjá Russlandi við vesturlendskar fyritøkur og íleggjarar. Russland hevur í staðin vent sær til Asia, og Kina fer væntandi at hava ein stóran leiklut.
Tað er møguligt, at Russland nú sær fyri sær, at tey kunnu finna neyðugu íløgurnar og atgongdina til heimsmarknaðirnar uttan sama stabilitetsstøði í Arktis sum áður, sigur Moe.
Granskararnir hava annars leingi pástaðið, at Russland altíð fór at forða fyri ósemjum í Arktis, fyri ikki at seta forðingar fyri egnum útflutningi av olju, gassi og mineralum úr Arktis. Men nú er tilflytingin av vesturlendskari tøkni og kapitali steðgað, og USA og ES royna at undirgrava russiska olju og gass við revsitiltøkum. Tí er Kina vorðið nýggjur samstarvsfelagi hjá Russlandi. Kina veitir tær avgerandi tyrlurnar, sleipibátar, tøkni, vitan og kapital, soleiðis at olju- og gassútflutningurin hjá Russlandi kann halda fram, og nú samstarva Kina og Russland eisini hernaðarliga í Arktis.
Í august 2023 vandu russisk og kinesisk sjóverjuskip saman í Beringsundinum nærhendis Alaska.
Í juli í ár máttu loftverjurnar hjá USA og Kanada skúgva aftur tvey russisk og tvey kinesisk bumbuflogfør, sum vóru fylgd av russiskum jagaraflogførum, í luftini norðan fyri Alaska. Tað var fyrstu ferð, at kinesiskar og russiskar herdeildir arbeiddu saman á henda hátt, og USA tekur hendingina í størsta álvara. Sum Iris Ferguson, vararáðharri í amerikanska verjumálaráðnum, segði í Oslo:
– Tað er eitt tekin um, hvussu djúp teirra samgonga er. Vit vita, at tað tekur nógv ár at byggja upp hetta slagið av samstarvi. Tit møta ikki bara upp á einum tilvildarligum flogvølli í Russlandi og fara avstað saman.
Martin Breum varð boðin til Oslo av Fridtjof Nansen Institutt, sum er ein sjálvstøðugur norskur tankastovnur við serligum serkunnleika í Arktis.