– Eg selji bara føroyskan laks

Sosialurin 11. oktober: – Vit hava ongantíð arbeitt minni. Men allíkavæl gremja vit okkum um, at vit ikki hava tíð at gera mat. Tað haldi eg er ein lúðdovin mentallitetur, sigur danski fiskasølumaðurin Dan Holmstad-Petersen, sum heldur, at vit eiga at blíva betri til at virðismeta og keypa dygdargóðar rávørur – eisini sjálvt um tær eru dýrar. Í hesum sambandi hevur hann ein serligan tokka til føroyskan laksin

Her havi eg føroyskan prima-laks. Hann er ikki bíligur, men lyft tína lúðdovnu reyv og kom oman og keyp okkurt! 

 

 

 

Nakað soleiðis plagar fiskahandlarin Dan Holmstad-Petersen at siga, tá hann við jøvnum millumbilum leggur videobrot út á sínar sosialu miðlar, har hann fortelur fylgjarum og kundum sínum, hvat gott hann hevur í kølidiskinum.

 

 

 

Og føroyski laksurin er nakað, hann altíð roynir at hava inni í sínum handli “Fisk & Skaldyr”, sum liggur í Brøndby. Tí bæði hann og kundarnir elska laksin.

 

 

 

– Eg selji bara føroyskan laks. Tað havi eg gjørt nógvu seinastu árini, sigur Dan úr telefonini, nú vit ringja til hansara fyri at hoyra um hansara meining um føroyskan laks og fisk annars.

 

 

 

Tí Dan er ikki hvør sum helst, tá tað kemur til at hava meiningar – meiningarnar eru sterkar og erligar, og í Danmark er hann eftir hondini blivin kendur fyri at geva ein ordans uppsang til danir um teirra matvanar.

 

 

 

Hann sigur, at danir eru lúðdovnir, tí teir tíma ikki at hvørki keypa ella gera mat við góðskurávørum so sum fiski, men vilja heldur gera skjótar rættir við hakkaðum oksakjøti ella keypa take-away mat… Júst hetta venda vit aftur til seinni í greinini – lat okkum fyrst hoyra eitt sindur meira um hansara tokka til føroyskan laks.

 

 

 

– Eg haldi, at føroyski laksurin er sera góður. Føroyski laksurin er tann, sum kemur tættast at villlaksi í smakki, tó uttan at vera villlaksur, sigur Dan og samanber við laks úr Skotlandi, Noregi og Danmark.

 

##med2##

 

– Um vit skulu samanbera við tann norska laksin, so er hann ikki líka so feitur. Har eru eftir mínum tykki for nógv feitt í tí norska. Eg rokni ikki við, at føroyski laksurin hevur havt tað serliga nógv betri enn tann norski. Tað er jú sum høsnaungar í búri. Men kjøtið í føroyska laksinum tykist bara meira tætt, fast og kompakt, sigur hann.

 

 

 

Fiskasølumaðurin í Brøndby hevur roykiovn og plagar at roykja laksin – eisini nakað, hann onkuntíð leggur út á sosialu miðlarnar.

 

 

 

– Eg síggi eisini mun, tá eg royki laksin. Norski laksurin svinnur meira enn tann føroyski, tá hann verður royktur, sigur hann og vísir víðari á skotska og danska laksin.

 

 

 

– Skotski laksurin er fínur, men ikki líka so fínur sum tann føroyski. Eg veit ikki hví.

 

 

 

– Eg hevði sjálvandi helst viljað havt danskan laks. Hann hevði verið 48 tímar nýggjari, tá eg kundi selt hann víðari. Men tann danski smakkar ikki av nøkrum. Har er slett eingin smakkur í. Eg veit heldur ikki hví. Kanska tí hann verður ældur í bassengum og ikki havi eins og tann føroyski. 

 

 

 

– Men hetta er mín persónliga fatan. Tað merkir ikki, at hetta er sannheit. Tað má eg líka gera vart við, sigur Dan Holmstad-Petersen og tekur samanum:

 

 

 

– Men ja, alt hatta ger, at valið hjá mær fellir á tann føroyska laksin. Eg brúki fyri tað mesta laksin frá Bakkafrost, og tá eg ikki fái hann, so plagi eg at brúka Hiddenfjord, sigur hann.

 

 

 

Kundarnir eftirspyrja føroyska laksin

 

Er tað nakað, sum kundarnir hjá tær eisini eftirspyrja?

 

 

 

– Ja, ja, ja. Um eg havi norskan laks á plakatini, jamen so selji eg ikki laks. Simpulthen. Tað geri eg ikki.

 

##med3##

 

– Eg dugi ikki at siga, hví kundarnir hava so sterka meining um tað. Men eg fái heilt einfalt ikki selt tann norska laksin, sigur Dan Holmstad-Petersen.

 

 

 

– Tá tað var verkfall í Føroyum herfyri, fekk eg trupulleikar. Tá mátti eg selja danskan og skotskan laks og annað. Men norska laksin vildu kundarnir ikki hava. 

 

 

 

– Sjálvur havi eg ikki etið norskan laks í nógv ár. Eg minnist næstan ikki, nær eg seinast át norskan laks. Eg havi ikki koyrt við øðrum enn føroyskum laksi seinastu nógvu árini, sigur Dan Holmstad-Petersen.

 

 

 

– Eg tími ikki at selja føroyskan tosk

 

Hvussu við øðrum fiskavørum í Føroyum so sum toski og hýsu, selir tú ikki tað?

 

 

 

– Veitst tú hvat, tað havi eg roynt. Men tað tími eg slett ikki at brúka mína tíð uppá. Eg krevji heilt einfalt, at fiskurin skal vera nýggjari, tá eg skal selja hann víðari. Processin frá at fiskurin kemur í land, og til hann endar hjá mær, er alt for long. So fiskurin hevði egentliga nærkast lokadegi, tá eg hevði fingið hann. Og sovorðið tími eg als ikki, sigur hann púra avgjørdur. 

 

 

 

– Soleiðis er tað eisini við íslendskum fiskavørum. Fiskurin úr Føroyum og Íslandi kann teljast millum heimsins besta fisk. Men tað skal ikki seljast í Danmark. So skal tað vera fryst, men eg selji ikki frystan fisk. So nei takk, sigur hann.

 

 

 

– Eg verði noyddur at halda meg til danska fiskin. Hann kemur skjótari inn til mín.

 

 

 

Take-away heldur enn fisk

 

Sum áður nevnt, hevur Dan Holmstad-Petersen ikki lagt fingrarnar ímillum, tá tað kemur til at siga sína meining um matvanarnar hjá dønum. Tað hevur hann gjørt bæði á sínum egnu sosialu miðlum, í blaðnum Euroman og í Aftenshowet hjá DR. 

 

 

 

Hvat meinar tú við, tá tú sigur, at danir eru lúðdovnir?

 

 

 

– Eg búgvi í Keypmannahavn for fanin… Og her sær man jú, at liðugrættir og matur, sum ikki skal tilbereiðast, vinnur fram. Tað er jú pissi lætt – tær nýtist ikki eingongd at gera mat longur! Men tað er spell, haldi eg. Ein partur av okkara mentan verður tikin frá okkum, sigur hann og greiðir eldhugaður nærri frá:

 

##med4##

 

– Ein góð heimagjørd máltíð er nakað, sum knýtir familjuna saman. Gleðin av at kunna sita við borðið og práta, meðan mann etur nakað, man sjálvur hevur gjørt. Hon verður tikin frá okkum. Í staðin sita vit við einum fokking plastbakka, meðan iPaddurin koyrir í bakgrundini. Hvat er hetta fyri nakað? Hetta er nakað, sum vinnur fram í allari verðini. Ikki bara her. Vit hava tað alt for gott, sigur Holmstad-Petersen.

 

 

 

Hetta hongur sambært fiskahandlararnum tætt saman við einum øðrum tendensi.

 

 

 

– Vit grenja um, at vit arbeiða for nógv og ikki hava tíð og orku at fara heim og gera mat. Men hoyr meg líka… Vit hava ongantíð arbeitt minni! Okkara arbeiðsvika hevur ongantíð verið styttri. Men allíkavæl gremja vit okkum um, at vit ikki hava tíð at gera mat. Tað haldi eg er ein lúðdovin mentalitetur. Og mær dámar ikki, at hesin mentaliteturin er so tætt at mær. Tað hóvar mær einki.

 

 

 

Tað er nøkunlunda tað sama í Føroyum. Vit tosa annars eisini um, at vit eru ein fiskivinnutjóð - men vit eta í roynd og veru ikki so nógvan fisk, sum man kanska skuldi trúð.

 

 

 

– Ja, hatta havi eg eisini hoyrt. Tað er púra ørt. Eg havi eisini tosað við nakrar føroyingar í handlinum, sum eisini kenna meg frá internetinum. Um tit ikki fáa fisk, jamen farið so ein túr á seiðaberg og fiskið fiskin sjálvið. Men tímir man tað? Nei, tað tímir man ikki. Fólk vilja heldur hava 400 gram oksakjøt, sum verður importerað og hakkað. Fokk tað!

 

 

 

(Sosialurin 11. oktober)