Ein tøkk til Hannu og Sólvit, sum nú standa fyri skotum!

Hvør er tað gott, at óføddu børn Føroya eisini kundu rokna tykkum sum vinir, tá álopsroyndin, at lógarfesta rættin at taka lív teirra, varð gjørd!

 

Takk at tit valdu lívið  framum deyðan!

 

Takk at tit tryggjaðu frælsi og framtíð barnsins framum egin áhugamál!

 

Takk at tit settu barnið framum sjálvsøkni!

 

Leggið ikki í ágang teirra, sum dyrka egin áhugamál og sjálvsøkni, tað verða tey at svara fyri!

 

Leggið ikki í hóttanir teirra, sum stigbenda frælsið og lata aftur eygu og oyru fyri grátið teirra neyðstaddu, skommin er teirra!

 

Tit, sum saman við hinum trettan løgtingsumboðunum rættu og rætta tí ófødda og foreldrum tess hond, kunnu við góðari samvitsku hyggja upp og ganga framá!

 

Bestu heilsanir,

 

v. Miðflokkin

 

Steffan og Jenis