Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Myndir: Vænta nógv fólk á festival á Viðareiði

Við hotellinum og umhvørvinum á Viðareiði helt Jógvan Heinesen, róptur Egga, at umstøðurnar til ein festival eru serliga góðar.

 

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Fyrsti Norð Festivalur varð hildin í fjør, og næsta vikuskiftið verður tiltakið endurtikið. Hóast tiltakið í fjør ikki varð lýst fyrr enn einar tveir mánaðir fyri byrjan, eydnaðist Norð Festivalurin sera væl, og afturmeldingarnar vóru góðar.

 

Tað eru Jógvan Heinesen, róptur Egga, og Niels Juel Nolsøe, sum standa aftan fyri Norð Festivalin, har fyrrnevndi er primusmotorurin og seinni nevndi serliga tekur sær av samskifti og samskiping. 

 

Egga siglur sum kokkur, og tað er hann, sum eigur Hotel Norð á Viðareiði, sum er dagført og er sera hugnaligt. Á hotellinum er gott pláss og góðar umstøður. Hotellið er líka sum snúningspunktið á festivalinum.

 

Her verður eisini stór og góð buffét, sum letur upp leygardagin hin 31. august klokkan 14 og verður opin til klokkan 20, og her er pláss fyri nógvum gestum. Tað nýtist eingin tilmelding ella bílegging til buffét’ina, tí skuldi tað hent, at øll borð eru upptikin eina løtu, verður bíðitíðin ongantíð long.

 

- Tá kunnu fólk bara koma aftur einar 20 minuttir seinni ella so, sigur Niels Juel Nolsøe, samskipari.

 

Á buffét’ini á Hotel Norð verður bæði lambskjøt, neytakjøt og ymiskt annað gott, og eins og í fjør verður eisini høvi hjá gestum hesaferð at royna góðan grindabúff, sum varð nógv eftirspurdur í fjør.

 

Niels Juel Nolsøe sigur, at tað verður longu tjóvstartað fríggjakvøld á Viðareiði, tá bjóðað verður til tiltak við felagssangi og hugnaløtu á hotellinum.

 

- Fleiri koma til bygdar í góðari tíð, og vit fáa eisini fleiri gestir, sum koma við kampingvogni. Soleiðis verður skipað fyri felagssangi á hotellinum, har tey lokalu og gestir, sum tá longu eru komnir norður, kunnu hugna sær saman. 

 

Leygarmorgunin byrjar við ókeypis morgunmati klokkan 10 fyri øllum gestum, og hetta verður í tjaldinum. Tað er Kjølbro Heilsølan, sum stuðlar tiltakinum.

 

- Vit fáa góða hjálp frá lokalum fólki við morgunmatinum. Her verða rundstykkir við eitt nú osti og rullupylsu, og longu klokkan 07 leygarmorgunin verður byrjað at rigga til í tjaldinum, sigur hann.  

 

Niels Juel Nolsøe sigur, at stívliga 2000 fólk vóru inni á festivaløkinum í fjør, og hann væntar, at talið verður enn størri hesaferð.

- Sjálvandi verður tiltakið ikki óavmarkað, tí vit vilja sjálvsagt hava góð og skipað viðurskifti, men her er gott pláss, og tað er bara at halda seg til, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Myndir: Birgir W. Høgnesen.