Norðskálatunnilin stongdur í nátt

Landsverk boðar frá, at Norðskálatunnilin verður stongdur í nátt í sambandi við serflutning.

 

Tað verður millum midnátt og klokkan 03 í nátt.

 

Landsverk sigur eisini, at høvi verður ikki at koyra í gjøgnum tunnilin hetta tíðarskeiðið.