Jóanna skal stjórna vinnudeildini

Jóanna Djurhuus er sett í starv sum deildarstjóri fyri vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Fýra umsóknir vóru til starvið, sum varð lýst leyst fyrr í summar.

Jóanna Djurhuus er 48 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur úr Keypmannahavn. Jóanna Djurhuus hevur starvast í Vinnumálaráðnum síðani 2004, við styttri skiftum í Fíggjarmálaráðnum.

Hesi árini hevur Jóanna Djurhuus verið ráðgevi og fyribils settur deildarstjóri umframt at hava røkt nógvar nevndarsessir og álitisstørv.

Jóanna Djurhuus tekur við starvinum 1. september. Hon tekur við eftir Pól E. Egholm sum nú er aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum.