Dómarar kunnu avgera ósemjur um vald Føroya í uttanríkispolitikki

Løgfrøðingar síggja avmarkingar í grundlógini fyri, at Føroyar skulu hava størri vald í uttanríkispolitikki

Danmark og Føroyar eru formliga samd um, at Føroyar skal hava størri vald í uttanríkispolitikkinum - møguliga við tí fyri eyga at Føroyar søkja um limaskap í heimshandilsstovninum, WTO.

Tað kom fram á tíðindafundi í Aalborg í dag, sum vit áður hava skrivað um her á in.fo –eftir ósemju um, hvussu grundlógin skal skiljast.

Danskir løgfrøðingar síggja avmarkingar fyri Føroyar, sum hava eina aðra meining. Málið skal tí avgerast í trætuloysnarnevnd.

Mette Frederiksen (S) forsætisráðfrú hevur í áravís viljað givið Føroyum størri vald, men ósemja er um, hvørt hetta lógliga ber til.

Tí má ein ósemjuloysnarnevnd fyri fyrstu ferð í 76 ára søguni hjá heimastýrislógini setast.

Føroyar hava stórt ynski um at gerast limur í WTO, soleiðis at Føroyar sjálvar kunnu samráðast og gera handilssáttmálar uttan um Danmark.

- Føroyar eru komnar hartil, at tað ikki er skilagóð leið at halda fram við status quo. Tað viðurkenna vit fult og heilt, sigur Mette Frederiksen á tíðindafundinum.

Men advokatar úr uttanríkisráðnum og løgmálaráðnum síggja avmarkingar fyri Føroyar í grundlógini. Í stykki 19 stendur millum annað, at danska stjórnin virkar "ríkisins vegna í altjóða viðurskiftum."

Seinastu tíðina hava tó fleiri dømi verið um, at Danmark er ósamt við bæði Føroyar og Grønland um viðkvæm viðurskifti í ríkisfelagsskapinum.

Ósemjuloysnarnevndin er nevnd í § 6 í heimastýrislógini.

Í stýrinum sita tvey umboð úr Danmark og tvey úr Føroyum - umframt tríggir hægstarættardómarar, sum skulu avgera málið um ósemja er.

- Er semja millum teir fýra limirnar, sum landsstýrið og stjórnin velja, er málið við hesum endaliga avgreitt. Annars verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum, stendur í fráboðanini.

Bæði Grønland og Føroyar hava í áravís havt ynski um at kunna avgera meira í uttanríkispolitikkinum, og tað dregur træðrir langt aftur í tíðina.

Til dømis segði Mette Frederiksen sum andstøðuforkvinna í 2019, at tíðin er farin frá, at uttanríkispolitikkurin hjá Grønland og Føroyum verður formliga rikin úr Danmark.

Hon vísti á, at ting, sum advokatar ríkisins fyrr hildu vera í stríð við grundlógina, seinni eru vorðin veruleiki innan Ríkisfelagsskapin.

Men tá var Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, meira varin, sigur hann við grønlendska miðilin KNR.

- Tú mást virða, at grundlógin hevur patina. Grundlógin kann ikki verða undir so dynamiskari tulking sum alt møguligt annað, segði hann.

Núverandi uttanríkisráðharrin hjá Moderatunum viðgekk tó, at møguleiki kann vera at tulka reglurnar í grundlógini um uttanríkispolitiska valdið.

 

/ritzau/