Grein úr Sosialinum 2. mai 2025:
Tað er Niels Jacob Eysturberg, sum fortelur um bilin, sum beiggin Snæbjørn Eysturberg eigur. Teir hava meira ella minni bara havt Mazda-bilar í mong ár, so tað var so líka til, at teir høvdu hug at onga sær ein Mazda sum ellisakfar.
Hesin reyði 929 Coupe frá 1984 er ein serligur bilur, sum stóð til sølu í Norra fyri einans 15.000 krónur. Hann var so bíligur, tí hann kundi ikki koyra.
Brøðurnir eiga eitt systkinabarn í Norra, sum koyrdi í átta tímar hvønn vegin eftir bilinum. Hesin syrgdi fyri at bilurin kom heim til Føroya við einum føroyskum sandbáti hjá reiðarinum Navigare í Søldarfirði.
Orsøkin til at teir keyptu júst hendan bilin, er at teir eru uppvaksnir við bilum sum hesum og øðrum Mazda-bilum.
Brøðurnir Niels Jacob og Snæbjørn Eysturberg eru hvalbingar, men Niels Jacob býr í Vági. Saman eiga teir fyritøkuna E-Grevstur, sum eisini heldur til í Vági.
Bilurin bleiv settur í stand í inni í bygninginum hjá fyritøkuni í Vági. Sum tað sæst á myndunum, varð bilurin sundurtikin og lakkeraður við sama originala reyða litinum, sum hann altíð hevur havt. Hann hevur fingið fýra løg av klárlakki uttan á reyða litin, so hann er væl lakkeraður.
Mazda 929 Coupé var ein væl umtóktur bilur í Føroyum, serliga millum tey ungu. Hetta er ein flottur og væl útgjørdur bilur. Hann hevur t.d. speed control og stilling av fjarðaskipanini, sum ikki var vanligt í bilum fyri 40 árum síðan.
Bilurin hevur nummarplátuna F 69182, hetta er ikki av tilvild. Hetta er sama nummar sum ein annar Mazda 929, sum teir áttu, hevði í 80-unum.
Fyrstu Mazda 929 komu á marknaðin í 1973, tá teir avloystu Mazda 1500 og Mazda 1800. Serliga vóru tað Mazda 929 Handtop, sum vóru væl umtóktir millum ungfólk í Føroyum. Hesir Mazda 929 vórðu framleiddir frá 1982 til 1987.
Nógv ellisakfør eru í Suðuroy. Suðuroyar Ellisakfør er ein Facebook bólkur, sum Tóki Brattalíð í Porkeri stendur fyri. Har verður boðað frá, um skipað verður fyri koyring og framsýning av ellisakførum á t.d. jóansøku ella á flaggdegnum. Har plagar hesin Mazda 929 Coupe at vera við.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
Arbeiddu upp á Oyggjarvegin
Seint í 1936 verður farið undir at gera Oyggjarvegin út Havn. Útboðin verða fýra petti, 300 metrar hvørt. Seinni sama ár verða aftur fýra petti, eisini 300 metrar hvørt, og fyrst í 1937 verða fimm vegapetti av somu longd boðin út. Fyrstu tilboðini lógu millum slakar 3.000 og slakar 7.000 krónur.
##med22##
'Hvis der gaar ild i et Automobil: Luk for Benzinhanen'
Sosialurin hevur í 1932 eina vegleiðing um, hvat skal gerast, um heldur kemur í bilin: »Det første man skal foretage sig, hvis der gaar ild i et automobil, er er: At lukke for Benzinhanen; at kaste Jord ella Grus paa Ilden eller benytte Ildslukningsapparat, der altid bør forefindes i Vognen; i tilfælde af Bensinbrand ikke at andvende Vand ved Slukn-ings-arbejdet, med mindre dette er tilstede i rigelig Mængde, da Vand i ringe Mængde kun vil sprede ilden.
Bretar seldu bilar og súkklur eftir kríggið
Í apríl í 1945 vórðu flestu blar og motorsúkklur hjá onglendingum í Føroyum lýst til sølu, og nógvir lógu framvið at keypa.
Nakrar av motorsúkklunum stóðu í barak oman fyri Ellisheimið í Havn, meðan aðrar stóru í turkihúsinum hjá Carl á Lag – har komu so menn og keyptu. Prísin á súkklunum høvdu onglendingar sett frammanundan. Tað, menn minnast, vórðu allar seldar.
Flestu bilarnir vórðu settir niðan eftir Jónas Broncksgøtu. Einstaklingar keyptu fleiri teirra, men Wenzel Petersen keypti fleiri, sum síðani vórðu umvældir og seldir. Tað sigst annars, at fleiri av bilunum, sum onglendingar brúktu í Vágum, vórðu søktir í Mykinesfjørð. Um hetta hava verið útslitnir bilar, ella bilar, ið ikki kundu seljast, er ikki greitt.