Trump: Góður møguleiki fyri semju skjótt

Einki varð nevnt um vápnahvíld ella fund við ukrainska forsetan

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði á tíðindafundi við russiska starvsbróðurin, Vladimir Putin, at teir báðir ikki komu ásamt um tey týdningarmestu punktini, men tað er "góður møguleiki" fyri, at tað kann henda skjótt. 

Donald Trump sigur á tíðindafundi við Vladimir Putin, at teir báðir forsetarnir hava havt stór framstig á fundinum. Trump fer at ringja til Nato og ukrainska Zelensky, sigur hann.

– Vit vóru samdir um nógv ting. Tað eru bara nøkur fá eftir. Sum eru minni týdningarmikil, eitt punkt er kanska. Men vit hava góðar møguleikar at røkka tí, segði Donald Trump á tíðindafundi í Alaska, sambært tíðindastovuni Reuters.

Einki varð nevnt um vápnahvíld ella um ein fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.