Tað ljóðaði sum ein innbjóðing til amerikanska forsetan um at koma til Moskva. Áðrenn tað hevði Trump á tíðindafundinum sagt, at hann "avgjørt fór at síggja Putin aftur skjótt".
Men tað var Vlademir Putin, sum byrjaði tíðindafundin – og ikki verturin Donald Trump. Og tað gjørdi Purtin við eini drúgvari frágreiðing um góða samstarvið millum londini bæði og um Alaska. Hann tosaði ikki so at siga ikki um kríggið, sum hann sjálvur byrjaði, men tosaði sum um hann var ein semingsmaður, sum kom uttanífrá at loysa stríðið – og ikki at hann sjálvur hevur bryjað kríggið og hevur myndugleikan at enda kríggið.
Hann segði tó, at Russland hevur ein erligan áhuga í at enda ósemjuna, uttan at koma nærri inn á tað.
– Vit síggja ynskið hjá Trump um at skilja kjarnuna í ósemjuni, sigur Putin.
– Vit hava inniligan áhuga í at fáa enda á ósemjuni. Men allar høvuðsorsøkirnar skulu burturbeinast, og stúranin hjá Russlandi skal takast við.
– Eg vóni, at sínámillum skil fer at geva frið í Ukraina, sigur Putin.
Putin vísti eisini á, at Donald Trump fleiri ferðir hevur sagt, at um hann var forseti í USA í 2022, so var kríggið ongantíð byrjað.
– Tað er rætt, segði Putin – uttan iva fyri at smikra fyri amerikanska forsetanum.