Ljósfest í Vági byrjaði í kvøld.
Klokkan 19 var heiðran av vágbingum, ið hava tikið eitt eyka tak fyri bygdina ella felagsskapin.
Fyri drúgva arbeiðið innan ítrótt og felagsskap annars, fingu hjúnini Bogi Mortensen og Eyðbritt Krosslá heiður,
Sagt var m.a. í grundgevingini, at tað er, sum hava tey altíð verið har.
Fyri sítt trúgva arbeiði í 40 ár innan og uttan kirkjugátt, fekk Páll Leo heiður. Dagliga sæst hann fríðka um kring og innan kirkjuna.
Síðani var tónleikur á skránni, har Karl Martin og Mikkjal, Jakobina við bólki og Ragnar í Vík við bólki spældu.
Í morgin heldur Ljósfest fram, har m.a. stór útikonsert er á skránni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##