EM: Føroyar eru í næstovasta styrkisbólkinum - her eru styrkisbólkarnir

Fyrsta plássið í EM-undankappingarbólki 6 gjørdi góðan mun

Hondbólts-Føroyar eru spakuliga við at lenda aftur aftaná eina fantastiska viku við sigrum á Kosovo og Ukraina, ið góvu okkara hondbóltsmonnum fyrsta plássið í EM-undankappingarbólki 6. Føroyar vunnu bólk 6 við níggju stigum, frammanfyri Niðurlond sum hava átta stig. 

 

Føroyar eru tí komnar í tann næstovasta styrkisbólkin til EM-lutakastið, ið verður í Herning í Danmark komandi fríggjadag.

 

Styrkisbólkarnir eru hesir:

 

1: Frakland, Danmark,Svøríki, Ungarn, Slovenia, Týskland

2: Portugal, Noreg,Ísland, Kroatia, Spania, FØROYAR.

3: Eysturríki, Niðurlond, Montengro, Kekkia, Pólland, Norðurmakedonia.

4: Georgia, Serbia, Sveis, Rumenia, Ukraina, Italia.

 

Føroyar vera í innleiðandi bólki D, ið verður leiktur í Oslo. Yvir 5.000 føroyingar ætla sær til Oslo at stuðla okkara monnum.