Endamálið er at tosa um trygdarpolitikk

Toppfundurin millum norðurlendsku stjórnarleiðararnar varð avtalaður fyri 10 døgum síðani

– Ítøkiliga er ikki nakað á skrá annað enn trygdarstøðan her á okkara leiðum.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá vit hittu hann beint undan toppfundinum stutt fyri middag.

Hann sigur, at fundurin varð endaliga avtalaður fyri eini 10 døgum síðani. Tey tosaðu um tá, tá løgmaður var í Íslandi, at tá Kristrún Frostadóttir nú kortini var í Føroyum á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum og almennari vitjan, so kundi fundurin verið samstunds. Tað lá tó ikki fyri hjá norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr-Støre at vera við, tí er hann við á fundinum on-line í staðin fyri.

 

Lesið eisini: Myndir: Fín vitjan í Tinganesi í dag 

Løgmaður sigur, at høvuðsendamálið við fundinum er at samskifta og samstarva um trygdarpolitikk í Norðuratlantshavi og Arktis og at deila vitan sínamillum.

– Vit tosa javnan saman, tá vit hittast, men tað er oftast sum partur av størri forum, sigur løgmaður, og tí hava tey tikið stig til hendan toppfundin.