Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri ráfiskanøgdir hesa vikuna, varð sagt, at bert eitt ísfiskapar er á upsaveiði.
- Men, vit vænta, at okkurt parið aftrat fer avstað í næstum, varð lagt aftrat.
Tað er ikki vanligt, at so fáir ísfiskatrolarar eru til fiskiskap í senn, men okkurt parið er í løtuni á beding, skilst.
Umframt vanligu ísfiskaveiðina, eru eisini tvey partrolarapør á gulllaksaveiði, nú vit eru í gulllaksavertíðini.
Um djúpvatnstrolararnar verðu sagt, at ein er á Íslandsrygginum, og ein er í bretskum sjógvi.
Teir fiska tosk og svartkalva.
- Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva undir Føroyum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Tveir av teimum smáu trolbátunum eru eisini til fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.
- Trolbátarnir koma inn at landa síðst í hesi vikuni.
At enda eru tað garnaskipini. Trý fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap, og eitt garnaskip fiskar havtasku.
- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.