Enn ein skíggjafrí vika í Hvalbiar kommunu

- Undirtøkan, uppmøtingin og hjálpin til fyriskipaðu tiltøkini hevur verið góð, og tí halda vit tað verða stuttligt og hugaligt at halda á, siga tey í Hvalbiar kommunu

- Í viku 18 verður skíggjafrí vika í Hvalbiar sókn aftur á triðja sinni. Endamálið við vikuni er, at vit leggja skíggjarnar frá okkum.

 

Soleiðis siga tey í Hvalbiar kommunu.

 

- Tankin er, at vit eru saman á ein øðrvísi hátt - uttan at verða avbrotin og órógvað.

 

Lagt verður aftrat, at hugsanin er eisini, at foreldur kunnu siga við síni børn: "Far út og spæl...‟ eins og gjørt varð í gomlum døgum.

 

- Eru skíggjarnir ikki ein møguleiki og øll siga tað sama, so eru sannlíkindini stór fyri, at børn og ung finna onkran at spæla við, um tey fara út.

 

Sagt verður, at fyri at hetta skal gerast ein lættari tilgongd, hevur verið skipað fyri felags tiltøkum hvønn dag í eina viku.

 

- Hetta fyri at leggja lag á fría spælið og fyri at koma við hugskotum um, hvat ein gjørdi, áðrenn skíggjarnir fóru at fylla ov nógv.

 

Nøkur afturvendandi tiltøk eru, eitt nú væl móttiknað postarenning, langbóltur við plenuna, hagatúrur og at endað verður við felags útisunnudagsskúla.

 

- Undirtøkan, uppmøtingin og hjálpin til fyriskipaðu tiltøkini hevur verið góð, og tí halda vit tað verða stuttligt og hugaligt at halda á.

 

Í Hvalbiar kommunu verður vónað, at tikið verður væl ímóti tiltakinum aftur í ár.

 

- Og kanska vit fáa lokkað onnur at verða við at sløkkja skíggjarnar kring alt landið, verður lagt aftrat.