Sermitsiaq veit í dag at siga, at grønlendskir fiskimenn hava gyltar møguleikar, tá ræður um sølu av rognum úr rognkelsi.
Rogn, sum liggja til sølu í Danmark, fara fyri næstan 850 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera himmalhøgur prísur.
- Men, tað eru tvey viðurskifti, sum eru avgerandi fyri, um rogn úr rognkelsi yvirhøvur kunnu koma úr grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk til keyparar í eitt nú Danmark og øðrum evropeiskum londum.
Grønlendska heimasíðan veit at siga, at neyðugt í fyrsta lagi er við útflutningsloyvi, og haraftrat skulu møguleikar verða at veiða rognkelsi.
Sagt verður, at veiðan eftir rognkelsi er minkað, samstundis sum prísirnir á rognunum um várið, tá rognkelsi gýtir, eru vorðnir himmalhøgir.
- Rogn verða keypt úr Íslandi og Grønlandi, men vertíðin í Grønlandi er vorðin órógvað av veðurlagsbroytingum, tí nógvur ísur er smeltaður og fyllir grønlendsku firðirnar.
Grønlands Fiskeri- og Jagtkontrol (GFJK) hevur trupult við at avgreiða loyvir til einstakar fiskimenn og feløg, sum vilja útflyta rogn úr rognkelsi beinleiðis til keyparar uttanfyri Grønland.
GFJK upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at áhugin er stórur millum grønlendskar fiskimenn, sum spyrja um ráð og vegleiðing um, hvussu teir kunnu útflyta beinleiðis um floghavnina í Nuuk.
- Higartil hava vit fingið umleið 34 fyrispurningar frá einstøkum fiskimonnum og feløgum, sum gjarna vilja hava útflutningsloyvi, veit Grønlands Fiskeri- og Jagtkontrol at siga við Sermitsiaq.
Meira um hetta kann lesast um hesa leinkju - https://www.sermitsiaq.ag/erhverv/gronlandske-fiskere-har-gyldne-muligheder-for-rogneventyr/2224345