ES-leiðarar: Ongar friðarsamráðingar uttan Ukraina

26 ES-leiðarar heita á Trump um ikki at samráðast um framtíðina hjá Ukraina, uttan at ukrainar eru við

Mynd: Gleb Garanich/Reuters/Ritzau Scanpix

Í eini fráboðan, sum er almannakunngjørd á heimasíðuni hjá ES, siga 26 ES-leiðarar seg fegnast um royndirnar hjá Trump forseta at skapa frið í Ukraina.

 

Men tey vísa eisini á, at eftir teirra tykki kann friður í Ukraina ikki fáast uttan at Ukraina er við samráðingarborðið.

 

Øll luttakandi londini uttan Ungarn taka undir við yvirlýsingini, sum varð gjørd seint mánakvøldið.

 

Hetta kom eftir at uttanríkisráðharrarnir í teimum 27 ES-londunum høvdu telefonfund, har evnið júst var amerikanska meklingaroyndin í ósemjuni millum Ukraina og Russland.

 

- Ukrainska fólkið skal hava frælsi til at avgera sína egnu framtíð. Leiðin til frið í Ukraina kann ikki ásetast uttan Ukraina.

 

- Innihaldsríkar samráðingar kunnu bert fara fram í sambandi við vápnahvíld ella niðurlaging av ósemjuni, stendur millum annað í fráboðanini.

 

Evropeisku leiðararnir leggja dent á, at ein friðaravtala skal virða altjóðarætt, herundir meginreglurnar um sjálvstýri, fullveldi, økisrætt.

 

/Ritzau/

 

Mynd: Gleb Garanich/Reuters/Ritzau Scanpix