ES letur Ukraina 13 milliardir av russiskum pengum

Hetta er peningur hjá russum, sum liggur "frystur" í ES-londum sum partur av revsitiltøkunum móti Russlandi

Volodymyr Zelenskyj, forseti og Vladimir Putin, forseti, sum gjørdi av at leypa á grannalandið

ES hevur gjørt av at lata Ukraina 19 milliardir norskar krónur, sum svarar til umleið 13 milliardir í okkara peningi.

 

Hetta upplýsir ES-nevndin.

 

Sagt verður, at hetta er peningur hjá russum, sum liggur "frystur" í ES-londum, men sum russar nú ikki fáa hendur á.

 

Hald er lagt á hesar pengar eftir russisku innrásina í grannalandið Ukraina, og hetta er ein partur av revsitiltøkunum hjá ES móti Russlandi.

 

Hetta er triðja veitingin av frystum russiskum pengum, sum ES letur Ukraina.

- Tað er fíggjarstovnurin, Euroclear í Brüssel, sum umsitir hesa uppgávu fyri ES, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

 

 

 

 

Volodymyr Zelenskyj, forseti og Vladimir Putin, forseti, sum gjørdi av at leypa á grannalandið