Eurovision-vinnararnir seinastu tíggju árini

Tað eru 12 ár síðani, at Danmark seinast vann Eurovision. Nú kann Sissal syngja heim fjórða sigurin.

Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Danmark hevur tríggjar ferðir vunnið altjóða Melodi Grand Prix.

Fyrstu ferð var í 1963 við "Dansevise" hjá Grethe & Jørgen Ingmann. Næstu ferð var í 2000 við "Fly on the Wings of Love" hjá Olsen-brøðrunum. Seinast sang Emmelie de Forest sigurin fyri Danmark við "Only Teardrops".

Í dag kann ársins Eurovision vónin hjá Danmark, føroyska Sissal, fyri fjórðu ferð í søguni syngja sigurin fyri Danmark, tá stóra finalan verður í kvøld í St. Jakobshalle í Basel í Sveis.

Hóast 30 ára gamla føroyska Hallucination-stjørnan tók veddingarfyritøkurnar á bóli og vann seg í finaluna, so trúgva oddssetararnir ikki, at hon fer at yvirraska aftur og vinna alla kappingina.

Fyribilsfavoritturin at vinna Eurovision í 2025 er satirutrioin Kaj, sum umboðar Svøríki við saunasanginum "Bara Bada Bastu". Aftaná kemur JJ úr Eysturríki, sum framførir stórbæra "Wasted Love".

Her eru vinnararnir av Eurovision seinastu árini:

2024: Sveis - Nemo: " The Code".

2023: Svøríki - Loreen: " Tattoo".

2022: Ukraina - Kalush orkestur: "Stefania".

2021: Italia - Måneskin: "Zitti E Buoni".

2020: Eurovision avlýst orsakað av koronafarsóttini.

2019: Niðurlond - Duncan Laurence: " Arcade".

2018: Ísrael - Netta: " Toy".

2017: Portugal - Salvador Sobral: "Amar Pelos Dois".

2016: Ukraina - Jamala: "1944".

2015: Svøríki - Måns Zelmerlöw: "Heroes".

Kelda: eurovision.tv

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix