Stjórnarleiðslan í Danmark boðar í dag frá, at hjúnalag millum systkinabørn skal bannast.
Tað siga Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri við DR í dag.
Men teir tríggir stjórnarleiðararnir fara at taka sær tíð at forma inntrivið á rættan hátt, og hetta kann taka tíð.
- Hetta skal sjálvandi hugsast ígjøgnum. Vit vita væl, at hjúnabond síggja ymisk út og hava gjørt tað gjøgnum ættarlið, eisini í okkara egna landi, sigur Mette Frederiksen við DR og heldur fram:
- Nú hava vit nakrar nýggjar trupulleikar fyri land okkara: at tað eru nøkur fólk, sum koma uttanífrá og brúka hjúnabond til at kúga fólk við. Tað er nakað, sum flestu danir taka frástøðu frá.
Fyrr í dag komu trý framsøgufólk frá Javnaðarflokkinum, Vinstra og Moderatunum við einum líknandi hugskoti.
Teir tríggir flokkarnir hava serligan áhuga fyri sosialum eftirliti og kúgan sum grundgeving fyri uppskotunum.
- Systkinahjúnabandið hjálpir til at varðveita sosiala eftirlitið, segði Frederik Vad, talsmaður fyri tilflytara- og integratión hjá Javnaðarflokkinum, við Ritzau.
- Eg havi enntá hoyrt um pør, sum eru bangin fyri at fáa børn av teirri orsøk. Tað er heilt galið at vera giftur við einum, sum tú ikki torir at fáa børn við.
Síðani í summar hevur tað verið bannað systkinabørnum at giftast í Noregi.
Nú hevur ein nevnd í Svøríki, sett av svensku stjórnini, lagt upp til at seta forboð í gildi frá 1. juli 2026.
Við stigunum hjá grannalondunum eigur Danmark at ganga somu leið, sigur Mohammad Rona, sum er framsøgufólk fyri tilflytara- og integratión hjá Moderatum.
- Danmark má ikki gerast eitt "helle" fyri slík hjúnaløg, skrivar hann í einum telduposti til Ritzau.
Eingin meting er gjørd av, hvussu nógv systkinabarns-hjúnabond eru í Danmark.
Men tað eru helst sera fá, sigur Anita Johnson, stjóri í RED Center, sum rekur trygg skjól til offur fyri harðskapi og heiðursrelateraðum ósemjum.
Men líka mikið hvussu stórt talið er, so kann eitt forboð vera viðkomandi fyri at verja kvinnur móti kúgan og heiðursmotiveraðum harðskapi. Samstundis vísir hon á økta vandan fyri at fáa eitt barn við breki.
- Eg havi eina kenslu av, at hjúnaløg innan familjuna eru á veg aftur til Danmarkar, sigur hon.
/Ritzau/