Í gjárkvøldið datt eitt smáflogfar niður í amerikanska statinum, Kalifornia, og sagt verður, at fimm fólk lótu lív í vanlukkuni.
Lítið er higartil frætt um vanlukkuna, men Løgreglan í Los Angeles váttar, at fleiri fólk vóru í flogfarinum.
Amerikanskir miðlar skriva, at Avalon-flogvøllurin liggur nærindis, har vanlukkan hendi.
Í løtuni ræður óvissa um, hvørt flogfarið skuldi lenda her - ella um smáflogfarið við teimum fimm fólkunum fór avstað haðani.
Lagt verður aftrat, at flogfarið datt niður við oynna, Catalina, sum liggur einar 35 kilometrar í ein útsynning úr Los Angeles.