Fimm nýggjar barnabøkur á føroyskum

Bókadeild Føroya Lær­ar­a­felags gevur fimm bøkur út í ársins sætta bókaumfari.

Mín stóra spælibók - Náttúra: Ein STÓR bók at lesa saman við teimum smáu um fyrstu orðini, litir, tøl, skap og nógv annað. Ingela P. Arrhenius hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er ein pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-2 ár.

 

Drotningin, sum dugdi alt uttan … Bambalina drotning dugir alt!

 

Uttan kanska eitt. Hvat man tað vera? Kanska verður tað av­dúkað tann dagin, tá hon ríð­ur á hesta­vogn­inum hjá sær, tí hon skal lata ein nýggj­an barna­garð upp (um hon nær at vera har til tíðina).

 

Gunnar Helgason hevur skriv­að, Rán Flygenring hev­ur myndprýtt, og Sanna A. Dahl hevur týtt úr ís­lendskum. Bókin er inn­bund­in, 36 bls. og til børn, sum eru uml. 3-5 ár.

 

Nudlapuddilin – Kann­ing­ar­bólkurin 5: Tað fer skjótt at vera yvirflóð í ant­i­bað­i­land­i­num. Pingvinirnar eru frá sær sjálvum av ræðslu og hava brúk fyri, at Ella og Fel­ix hjálpa teimum.

 

Samstundis er hundurin hjá Fúkandi Ferð, herovasta, horv­in, og herovastin er ikki feg­in.

 

Hava hesar báðar gátur­nar nakað við hvørja aðra at gera?

 

Paraplyglepsarin – Kann­ing­ar­bólk­ur­in 6: Par­i­py­l­farn­ir búgva í einum løgnum landi, sum er umgirt við himm­al­høgum fjøllum.

 

Húsini hjá teimum eru við at skrambla niður í bládýpið, og tað hevur skund at fáa fat­ur á sup­er­lím­i­num úr para­ply­blóm­un­um.

 

Men í paraplytrænum hev­ur tann vandamikli para­ply­gleps­arin gjørt sær reiður.

 

Kanningarbólkurin tekur sær av málinum!

 

Bobbie Peers hevur skriv­­að røðina um Kann­ing­ar­bólkin, Sandra Steff­en­sen hev­ur mynd­prýtt, og Elsa Bir­gitta P. Petersen hevur týtt úr norskum. Bøkurnar eru heft­ar, 120 og 96 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ár.

 

Mumiugátan: Ein gátu­før­ur fremmandur kemur til Elds­ala. Hetta er heitasta summ­arið, Herbert nakrantíð minn­ist, og vespurnar eru all­a­staðni. Samstundis eru fólk í Eldsala farin at leggj­ast sjúk. Tey fáa fepur og reyð eygu, og Herbert og vin­kon­an Sally hava varhugan av, at okk­urt er galið. Okkurt ­ræð­u­ligt er um at henda! Tey leita sær trygd í loyniliga goym­i­stað­num, í afturlatnu vin­d­myll­uni, har eingin livandi – ella deyð­ur – fær fatur á teimum. Ella er tað nú so?

 

Bókin er sjálvstøðugt fram­hald av bókunum Loyndar­­málið hjá var­úlv­i­num og Sombifepur.

 

Krist­ina Ohlsson hevur skriv­að, og Vagnur Streymoy týddi úr svensk­um. Bókin er heft, 326 bls. og til børn, sum eru uml. 10-12 ár.