Tað siga Hvítu Húsini.
Nógv brotsverk eru í býnum, sum er amerikanski samveldishøvuðsstaðurin.
Eyka løgreglufólkini fara serliga at leggja dent á øki við nógvum ferðafólkum og øðrum heitum støðum í býnum, stendur í fráboðanini.
- Donald Trump, forseti, hevur givið boð um økta nærveru av samveldisløgreglufólki fyri at verja ósekar borgarar.
- Frá í kvøld verður einki trygt friðskjól hjá harðligum brotsmonnum í D.C., sigur talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, í eini fráboðan.
Ritzau/Reuters