Fossdalsgjógv, har Koks hevur fingið byggiloyvi at byggja ein býling at hýsa matstovuni, sum hevur tvær Michelin-stjørnur, og sum er millum heimsins bestu matstovur, liggur skamt norðan fyri Velbastað á Streymoynni.
Skamt sunnanfyri liggur Gamlarætt, ferjulegan til sandoyarsiglingina.
Hóast byggimyndugleikin í Havn hevur játtað Koks byggiloyvi, so sleppur Koks ikki at byggja, tí at Yvirfriðingarnevndin noktar Tórshavnar kommunu at broyta byggisamtyktina soleiðis, at Koks skal byggja, og sum var ein treyt fyri byggiloyvinum.
Sjúður Skaale, fólkatingsmaður, undrast á avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini. Hann skilir ikki, at Yvirfriðingarnevdin á sinni játta ógvusliga inntrivið í náttúruna á Gomlurætt, har eingin yvirhvøur hevur hugsað um tað estetiska.
##med2##Hann skilir heldur ikki, at Yvirfriðingarnevndin hevur játtað stóra inntrivið á Glyvursnesi, har eingin hevur hugsað um tað estetiska í sambandi við stóra grótbrotið til Tórshavnar Havn.
Og tí skilir hann heldur ikki, at Koks ikki sleppur at byggja í Fossdalsgjógv, tá tey júst hava hugsað um estetikkin.
Trýstið á pílin á myndini og hoyrið sjónarmiðini hjá Sjúrði Skaale.