Fór út av vegnum í hálku

- Bilurin var væl skøddur, men hálkan kom eftir øllum á døma óvart á føraran, sigur løgreglan

 

Í morgun fekk løgreglan fráboðan um eitt tað fyrsta hálkuóhappið í heyst.

 

Talan var um ein bil, sum var farin út av vegnum millum Fuglafjørð og Kambsdal.

 

Her var eingin fólkaskaði, og materielli skaðin var eisini lutfalsliga lítil.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilurin var væl skøddur, men hálkan kom eftir øllum á døma óvart á føraran.

 

Vaktleiðarin vildi í morgun minna bilførarar á at hava bilin væl skøddan og koyra varliga, nú vegirnir kunnu vera hálir.