Tað gongur væl hjá sniðgevanum Sunnivu Norðberg, sum seinastu tíðina hevur fingið úr at gera við at taka ímóti bíleggingum av gardinum. Hon ger nevniliga sínar egnu gardinur, sum hon bæði litar og seymar fyri kundar, ið bíleggja.
Gardinurnar hava eitt nú verið í bløðunum Eurowoman og Boligmagasinet, og so hava tær eisini verið at sæð í sjónvarpssendingini "Kender du typen", har tey vóru heima hjá politikaranum Rosu Lund.
Sjálv lýsir Sunniva Norðberg gardinurnar soleiðis:
– Gardinurnar eru tvílittar og úr 100% bummull. Allar gardinurnar eru hondlitaðar og verða gjørdar eftir bílegging. Hetta ger, at hvør gardina er serstøk, og eingin er líka. Tunna toyið, sum tær eru gjørdar úr, er tunt og lætt, so ljós kemur lætt ígjøgnum, og hetta gevur eitt vakurt spæl til rúmið. Um man til dømis vil hava tær inni í sínum sovikamari, so kann man hava eina rulligardinu innanfyri, sum tekur ljósið.
Hvussu ber til, at tú akkurát valdi at gera gardinur?
– Nú var tað kanska eitt sindur av tilvild, at tað bleiv akkurát gardinur. Men eg havi altíð dámt øgiliga væl at lita toy og tógv og gera royndir við tí. Umframt hetta, so havi eg stóran áhuga fyri interiørdesign og innrætting. So tað at framleiða hondgjørdar gardinur til heimið føldist natúrligt og var tað rætta fyri meg, sigur Sunniva Norðberg, sum hevur lisið tekstilformidling í Keypmannahavn.
Gardinuævintýrið byrjaði í 2021, tá Sunniva var í praktikk hjá fyritøkuni Atelier Sardin, ið sniðgevir klæðir til kvinnur.
– Eigarin, Saf Hayat, fekk vitjan av fyritøkuni Ecco, har tey skuldu taka myndir av henni í hennara íbúð. Tí ynskti hon sær nýggjar gardinur til stovuna og vildi hava tær í tveimum litum. Eg fór í gongd við at gera litprøvar fyri at finna teir røttu litirnar til hennara stovu. Vit endaðu við at dáma tveir ljósar litir í bláum og appilsingulum best. Gardinurnar komu upp at hanga, og Saf legði eina mynd út á hennara Instagram-vanga av teimum. Tær vórðu sera væl móttiknar, og eg fekk beinanvegin fleiri boð við spurningum og rós. Hetta gjørdi so, at eg byrjaði at gera fleiri bíleggingar til nýggjar kundar. Fyri at vaksa um úrvalið, so gjørdi eg fleiri litprøvar, so at kundin hevði fleiri litsamansetingar at velja ímillum.
##med2##
Sergjørdar gardinur eftir tørvi
Hvussu er tilgongdin, tá tú gert gardinurnar?
– Gardinurnar verða sum sagt gjørdar eftir bílegging. Hetta merkir, at eg ikki havi eina goymslu av gardinum fyri ikki elva til ovurnýtslu. Tí kann hvør kundi sjálvur velja longdina á sínum gardinunum, soleiðis at tær passa inn í teirra heim, sum tey vilja hava tað, greiðir Sunniva Norðberg frá.
– Tað tekur áleið tveir dagar at framleiða eitt sett av gardinum. Fyrsti dagurin fer við at klippa toy og síðani at lita tær. Næsta dagurin fer við at seyma tær lidnar, soleiðis at gardinurnar eru klárar hjá kundanum at hanga upp.
Sera góð móttøka
Gardinurnar eru væl umtóktar og hava sum longu nevnt verið at sæð í stórum bløðum og á ymsum Instagram-vangum. Sunniva fegnast um positivu afturmeldingarnar.
– Persónliga haldi eg, at móttøkan hevur verið sera góð. Tað hevur hjálpt øgiliga væl at fáa myndir frá ymsum kundum, soleiðis at fylgjararnir kunnu síggja tær í ymiskum heimum.
##med3##
– Gardinurnar eru blivnar øgiliga væl móttiknar, og eg hoyri frá fleiri, at hetta er ikki nakað, tey áður hava sæð. Fleiri skriva millum annað, at tey hava hesar gardinurnar á sínum ynskilista, sum haldi er ein øgiliga stór æra, sigur hon.
Hvussu kennist tað?
– Eg eri so glað fyri, at mínar gardinur eru at finna í fleiri heimum runt í Danmark og í Føroyum. Tað er heilt sikkurt “a dream come true”. Men tað er heilt víst eisini nakað, sum man skal venja seg við.
##med4##
Dreymurin er at gera meira
Er nakað “næsta stig”? Altso ætlar tú at gera meira við gardinurnar ella onkra aðra vøru?
– Sum nú er, so arbeiði eg fulla tíð sum flogterna, sum ger, at eg geri gardinurnar við síðuna av í frítíðini. Dreymurin er at brúka meira tíð í verkstaðnum og vónandi ein dag at arbeiða fulla tíð við mínari egnu fyritøku, sigur Sunniva Norðberg.
– Mítt verkstað liggur í Valby, so tað er har, eg geri gardinurnar. Sum nú er, er ætlanin at halda fram við at taka ímóti bíleggingum og royna at finna fleiri litsamansetningar, sum skilja seg burtur frá tí, sum longu er at velja í. Har havi eg eisini onnur amboð, millum annað eina bindimaskinu, sum eg leingi havi havt ein dreym um at eiga. So hvør veit um nakað gott kemur burturúr henni.
##med5##
(Hendan greinin varð prentað í Sosialinum 27. september)