Gongur væl við útstykkingini við Klingurstjørn

Tá ið arbeiðið er liðugt vera samanlagt 93 grundøki við Klingurstjørn

Í kvøld hevði Tórshavnar kommuna kunnandi fund fyri teimum, sum hava fingið tillutað grundøki í næstu útstykkingini við Klingurstjørn á Argjum.

 

Útstykkingin er í gerð í løtuni, og tá ið arbeiðið er liðugt, vera samanlagt 93 grundøki við Klingurstjørn. Í hesi seinnu útstykkingini eru 45 grundøki, og 48 grundøki vóru í fyrri útlutanini.

 

Tað var í august í fjør, at Articon og Tórshavnar kommuna skrivaðu undir sáttmála um at gera 45 grundøki við Klingurstjørn á Argjum. Avrátt varð, at arbeiðið skuldi ganga skjótt. Og arbeiðið gongur sera væl, skrivar Tórshavnar kommuna. Teir eru lidnir at spreingja, og nú verður økið slættað.

 

Landsbyggifelagið hevur lagt arbeiðið til rættis og tekur sær av byggileiðslu og eftirliti.

 

Á kunnandi fundinum í kvøld fingu komandi húsaeigararnir ymiskt at vita um byggitreytir, byggistig og annað. Tá ið Tórshavnar kommuna fær lidnu útstykkingina handaða í august, skal Umhvørvisstovan matrikkulera økið, og síðani sleppa nýggju eigararnir framat og kunnu fara undir at byggja sítt heim.