Fótbóltsspælarin George Baldock er deyður 31 ára gamal.
Sambært tíðindastovuni ANA varð Baldock funnin í svimjihylinum hjá sær í Athen í dag. Enn eru ikki fleiri upplýsingar komnar um deyðsorsøkina.
Verjuleikarin hevði sáttmála við stórfelagið Panathinaikos og hevði eisini spælt landsdystir fyri Grikkaland so seint sum í mars.
Hann var føddur í Onglandi men hevði grikskan pápa sum gjørdi, at hann kundi umboða Grikkaland, og tað gjørdi hann fyrstu ferð í 2022.
Ritzau/Reuters