Seinasta hósdag varð eitt øki við ein íbúðarbygning á Ceresvej í Nuuk stongt, og um kvøldið upplýsti løgreglan, at ein persónur varð funnin lívleysur á adressuni.
Seinnapartin í dag hevur Grønlands Politi upplýst, at talan var um eina 44 ára gamla kvinnu, sum varð funnin deyð.
Sambært Sermitsiaq upplýsir løgreglan nú eisini, at ein 29 ára gamal maður var til grundlógaravhoyr í Nuuk seinasta hóskvøld, har hann fyribils varð varðhaldsfongslaður í 28 dagar, skuldsettur fyri dráp.
- Vit hava í samband við málið boðsent kriminalteknikarar og rættarlækna úr Danmark at hjálpa til við kanningunum.
Grønlands Politi sigur, at teknisku kanningarnar á staðnum, har kvinnan varð funnin deyð, eru lidnar, men kanningararbeiðið í málinum heldur fram.
- Vit hava ikki meira at siga um málið í løtuni við atliti til kanningararbeiðið, sum er í gongd, sigur varapolitiinspektørurin, Malik Sandgreen, í tíðindaskrivi.